Háskúlin í Nesvík spyr: Hvat er hitt ófødda? Hvør er frægasta loysnin: frí fosturtøka ella forboð?

Greinin niðanfyri byggir á notatir frá eini framlögu hjá Føroya Pro Vita til tiltakið hjá Háskúlanum í Nesvík: “Trúgv og samfelag: Fyri vali og fríum lívi”. 
Spurningurin, ið skuldi svarast var: “Hvat er hitt ófødda? Hvør er frægasta loysnin: frí fosturtøka ella forboð?”
Umboð fyri Føroya Pro Vita var Björk Tyril Sadembou.

Lurta eftir upprunaligu framlöguni her: https://haskulin.podbean.com/e/trugv-og-samfelag-fyri-vali-og-frium-livi/

Punkt 1 – Grundarlag og virði

Hevur tú virði? Hvat gevur tær virði?

Okkara boðskapur er sera einfaldur: tú hevur virði tí, at tú ert eitt menniskja. Öll menniskju hava treytaleyst virði, sum merkir, at virðið ikki avhongur av, hvussu dugnaligur tú ert, um tú bert brek, hvörji foreldur tíni eru o.s.fr.

Ert tú kristin, so hava menniskju hetta virðið, tí vit eru skapt í mynd Guðs. Men sjálvt um, tú ikki persónliga ert kristin, so er henda menniskjaáskoðanin ein av grundarsteinunum í okkara samfelagi. 

Í okkara samfelagi ynskja vit, at öll skulu hava eitt gott lív, vit ynskja at verja tey veikaru og tey, sum onga rödd hava. Vit ynskja at öll skulu hava javnar möguleikar og verða rættvíst viðfarin, uttan mun til t.d. uppruna/húðarlit, brek, og hvussu væl fyri tey eru fíggjarliga.

Vit ynskja hetta, nettupp tí at vit halda, at öll menniskju hava líka nógv og ómetaliga stórt virði. Tað er tí vit leggja í öll í samfelagnum, og ganga högt uppí at eingin skal detta ímillum. 

Hetta virðið, sum öll menniskju hava, er grundarlagið í altjóða sáttmálum um mannarættindini, sum eru galdandi í Föroyum og aðrastaðni í heiminum. Ein rættur öll menniskju hava er rætturin til lív – at lívið hjá okkum skal vera vart við lóg, og at eingin bara skal kunna taka lívið frá okkum.

Umframt grundleggjandi sáttmálan um borgarlig og politisk rættindi, sum varð samtyktur í 1966, kundi eg hugsað mær at nevnt tveir aðrar ST-sáttmálar, sum eru viðkomandi fyri evnið í dag:

-Sáttmálin um at basa öll slög av mismuni móti kvinnum (1979)

-Sáttmálin um rættindi hjá börnum (1989)

KVINNURÆTTINDASÁTTMÁLIN tosar um, hvussu týdningarmikið tað er, at verja rættin hjá kvinnuni at arbeiða, tá ið og hóast hon fær börn. Um barsil, um sosialar veitingar/ansing, at tær ikki kunnu koyrast í viðgongutíðini, og at tær ikki noyðast at arbeiða við nökrum, sum er skaðiligt fyri tær og barnið. Samfelagið hevur eisini ábyrgd av at tryggja barnakonum atgongd til heilsutænastur áðrenn og aftaná barnsburð og her stendur enntá, at samfelagið eigur at tryggja, at tær eta góðan mat í viðgongutíðini og meðan tær geva bróst.

Har sum sáttmálin nevnir fosturtöku, verður tosað um hvussu nógvar milliónir danir ynskja at brúka fyri at minka um fosturtöku.

Sáttmálin ynskir týðiliga at verja kvinnur frá at föla seg noyddar at velja barnið hjá sær frá, fyri at verja teirra arbeiðslív. Og tó, í 2006 í kanning hjá Sunhedsstyrelsen, var ein av vanligastu orsökunum til fosturtöku, at man ikki fekk eitt barn at passa saman við arbeiðnum/útbúgving. Eg haldi ikki ordiliga, at tað samfelagið livir upp til henda sáttmálan, ha?

Í BARNARÆTTINDASÁTTMÁLANUM “er eitt barn at skilja sum eitt og hvørt menniskja yngri enn 18 ár, uttan so at barnið gerst myndigt fyrr sambært teirri lóg, sum er galdandi fyri barnið”

“Grein 2

  1. Luttakaralondini skulu virða og tryggja øllum børnum innan løgdømi sítt tey rættindi, sum eru ásett í hesum sáttmála, uttan at gera mismun av nøkrum slag og uttan mun til ættarslag, húðarlit, kyn, mál, átrúnað, politiska ella aðra sannføring, tjóðaruppruna, tjóðfrøðiligan ella samfelagsligan uppruna, ognarviðurskifti, brek, burð ella aðra støðu hjá barni, foreldrum ella verja.”

Burð – t.e. hetta er galdandi fyri tað ófödda barnið eins væl og tað födda barnið.

Hesin sáttmálin endurtekur rættin til lív:

“Grein 6

1. Luttakaralondini viðurkenna, at øll børn hava ein natúrligan rætt til lívið.

2. Luttakaralondini skulu í størstan møguligan mun tryggja, at barnið livir og mennist.”

Punkt 2 – Fosturmenning

Um 5-9 dagar eftir gitnað setir lítla fostrið seg fast í lívmóðurina, so tað kann fortelja mammuni, at tað er har, og mamman kann byrja at geva tí nöring og verja tað. Nú byrjar framleiðsla av HCG, sum nokk er orsökin til, at summar mammur fáa kvalma og spýggja.

Um 22 dagar (3 vikur) eftir gitnað slær hjartað á lítla barninum og pumpar blóð runt í kroppinum.

Bert 8 vikur eftir gitnað hevur barnið eygu, eygnalok, nös, ytra-oyra, armar við albogum, handliði og fingrum, og bein við knöum og fínum bibbum. Öll gögnini eru byrja at mennast.

Eftir 10 vikur framleiðir barnið insulin, at halda skil á blóðsukrinum – og fær negl.

Eftir 12 vikur sært tú á kynsgögnunum, um barnið er drongur ella genta.

14-20 vikur eftir gitnað er barnið so stórt og sterkt, at mamman byrjar at föla tað sparka. Tað hevur tó flutt seg síðani umleið viku 7.

Eftir 25 vikur verður barnið roknað sum lívfört, men dömi eru um börn, sum yvirliva, sum eru född eftir 21 vikur.

So barnið mennist skjótt, men hvussu er við gitnað? Er tað “gitna eggið” livandi? Er tað eitt menniskja?

Lívfröðiliga verður okkurt vanliga roknað sum livandi, um tað reagerar uppá signal (hormon osfr.), tillagar seg til umhvörvið, veksur, mennist, um tað dugir at lesa og framleiða gen/DNA og framleiðir protein, osfr. Alt hetta ger lítla fostrið frá fyrsta degið. So skjótt sáð og egg renna saman hevur fostrið 23 kromosompör akkurát sum vit vaksnu, og allar hesar funktiónirnar byrja.

So tað er livandi, men er tað eitt menniskja? Lívfröðiliga er eitt menniskja ein livandi vera, sum er av slagnum “Homo Sapiens” (og ikki okkurt annað slag, sum hundur ella ketta).

So henda lítla veran er heilt frá gitnaði livandi og er menniskja. Hví í verðini, skuldu hesi lítlu menniskjuni so ikki havt virði? Sama virðið sum eg og tú. Rætt til at liva.

Við fosturtöku og serliga við fríari fosturtöku viðurkenna vit ikki lítla menniskja sum eitt menniskja yvirhövur. Vit kunnu ikki taka lívið av menniskjum, so “graviditeturin sum verður fjernaður” kann ikki vera eitt menniskja, ha? 

Hetta er ein av stóru trupulleikunum við fríari fosturtökulóggávu. Vit taka bókstaviliga menniskjaligheitina burtur frá einum heilum bólki av menniskjum. Öllum okkara óföddu. Tey smæstu og veikastu í okkara samfelagi. Tey sum hava mest brúk fyri okkara hjálp og vernd.

Punkt 3 – Samanumtöka og persónlig frásögn

6. oktobur í 2021 kl.11.40 er ein löta, eg aldrin fari at gloyma. Tá bleiv sonurin, Brandur, fyri fyrstu ferð lagdur upp á bringuna hjá mær. Tað er eingin ivi um, at Brandur er största gávan eg og maðurin hava fingið í okkara lívi. Hóast henda lötan var so stór og serlig, var Brandur longu við okkum áðrenn henda stóra dagin, tá ið vit fyrstu ferð sluppu at halda honum, klemma og mussa hann.

Fyrstu ferð eg var í skannaranum við honum var í mars sama ár. Tá hevði hann bara verið til í 7 vikur og nakrar dagar. Vit sóu og sluppu at hoyra hjartað hjá honum sláa. Tað sama hjartað sum slær í honum í dag. Brandur var bara knappar 3 cm tá, men eg minnist hvussu væl man sá vælskapta fótin hjá honum, við fimm fínum bibbum. Læknin mátaði fótin hjá honum, og hann var bara 4 mm langur.

Vit vóru soo forelskað beinanvegin. Men sjálvt um vit ikki hövdu verið tað, so hevði tað ikki broytt virði á lítla Brandi. Hann var og er týðiliga eitt menniskja. Tí hevur hann virðið. Tí hevur hann rætt til lívið. Tá sum nú.

Føroya Pro Vita ynskir, at vit sum samfelag verja lívið hjá öllum menniskjum! Heilt frá gitnaði og til natúrligan deyða.

Onnur tíðindi