Granskari ávarar ímóti panikk fosturtøkum

Tíðiliga í viðgongutíðini kunnu blóðroyndir avdúka nærum allar tilburðir av Down syndrom. Men John Brodersen, lækni og granskari á universitetinum í Keypmannahavn, óttast, at fosturtøkur gjørdar í panikki, kunnu føra til, at frísk fostur verða tikin

John Brodersen er bangin fyri, at alt ov nógvar kvinnur taka fosturtøku hóast barnið tær bera er frískt. Hann ávarar tí ímóti at taka fosturtøku í panikki.

Ein nýggj kanning á Skejby sjúkrahúsi vísir, at blóðroyndir gjørdar áðrenn 10. viku í viðgongutíðini, kunnu avdúka nærum allar tilburðir av Down syndrom

Um allar kvinnur, ið fáa at vita, at møguleikin fyri at barnið hevur Down syndrom er ein út av 23, gera av at taka fosturtøku, kann úrslitið verða, at 22 sunn og frísk fostur verða tikin við fosturtøku, fyri hvørt fostur við Down syndrom.

Kelda: Kristeligt Dagblad

Onnur tíðindi