Gerst stuðulspersónur

Hevur tú hug at geva eina hjálpandi hond?

Kom og ver partur av stuðulstoyminum hjá Føroya Pro Vita.

At gerðast foreldur er fantastiskt, men eisini sera krevjandi. Tað kann vera trupult, at fáa alt at hanga saman, um fá ella eingin eru at heita á í nærumhvørvinum.

At vera stuðulspersónur snýr seg um at vera har. Tað snýr seg um at stuðla har ein kann, og eftir tørvi.

Tørvurin kann vera so mangt …
– ein hjálpandi hond við tí húsliga
– ein barnagenta okkurt kvøldi
– lektiuhjálp ella eitt kaffiprát
– og nógv, nógv annað

Vit hava brúk fyri stuðulspersónum kring alt landið.

Um tú ynskir at gerast partur av stuðulstoyminum, so set teg í samband við okkum á tlf. 771700 ella provita@provita.fo.