FPV Tíðindi – hvat gera vit?!

Føroya Pro Vita vil ynskja tær ríkliga signing í nýggja árinum! Vit vilja fegin bera seinastu tíðindini eftir síðsta tíðindabræv okkara, sum bleiv sent út í apríl 2015.

Menniskjafatan og fosturtøkuorðaskifti: Eins og kunngjørt, bjóðaðu vit Peter Øhrstrøm professara at røða á landsaðalfundi okkara í mai. Fyrilesturin varð varpaður av sjónvarpsrásini Iktus um summari. Upptøkan er nú tøk á Youtube, takkað veri Anju Hansen í Iktus. Peter Øhrstrøm hevði eisini eina samrøðu við Armgarð Arge í sendingini Credo í Kringvarpi Føroya. Leinki til útvarpssamrøðuna og fyrilesturin, sum liggur á youtube, eru løgd út her: http://www.provita.fo/default.asp?menu=366
Trúboðin møtti til ársaðalfundin og fyrilesturin, og gjørdi eina frásøgn uppá tvær síður í einari blaðútgávu í mai.
Mannarættindi: 27. mai vóru tveir av nevndarlimunum (Elsbet Ellingsgaard Magnussen og Anja Wenningstedt) og samskipari hjá Føroya Pro Vita, Maria Forrestal, á einum gevandi fundi við Jógvan Fríðriksson, bisp. Á fundinum var orðaskifti um ymisk evni, harímillum arbeiðið hjá Rachel´s Vineyard. Hetta sama kvøldið luttóku tríggir nevndarlimir (Anja Wenningstedt, Elsbet Ellingsgaard Magnussen og Kim Hansen) til “Upplegg til UPR hoyringina um mannarættindi”. Maria Forrestal, sum eisini var møtt, hevði eina fimm minuttir langa framløgu vegna Føroya Pro Vita – framløgan bleiv møtt við stórum fagnaði av áhoyrarunum.
Sum framhaldsviðgerð av fundinum, sendi Føroya Pro Vita eina skuggafrágreiðing, fimm síður til longdar, til United Nations Human Rights Commission. Vit hittu fleiri politiskar leiðarar, og góvu teimum eintøk av skuggafrágreiðingini í septembur og oktobur. Her kanst tú lesa fimm minuttir longu framløguna og finna leinki til skuggafrágreiðingina: http://www.provita.fo/default.asp?menu=388 .
Týsdagin 12. januar í 2016 var Maria Forrestal, samskipari, á kunnandi fundi við Katrini Nestabø, aðalskrivara hjá Amnesty Føroyar. Evnið á fundinum var mannarættindi og fosturtøka. Vónandi verður ein meira formligur fundur seinni.
Mikudagin 20. januar vóru Sofus Gregersen, Hilda Viderø og Maria Forrestal á einum frálíkum fundi við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum. Á fundinum var skift orð um ymisk viðurskifti viðvíkjandi arbeiðinum hjá Føroya Provita.
Rachel´s Vineyard: Í mai mánaða vóru Anja Wenningstedt og Maria Forrestal til samrøðu í útvarpsstøðini Lindin, og tosaðu um sálarløst eftir fosturtøku og lekjandi arbeiðið hjá Rachel´s Vineyard. Anja segði sína søgu, og Maria greiddi frá virkseminum hjá Rachel´s Vineyard.
18. juni skipaðu Føroya Pro Vita og Rachel´s Vineyard fyri einum skeiði fyri kirkju- og samkomuleiðarar, sum strekti seg yvir ein dag. Fleiri prestar og pastorar vóru á skeiði, harímillum Jógvan Fríðriksson, bispur.
Í oktobur skrivaði Kathrine Krogh Hoffman eina grein um sálarløst eftir fosturtøku og um leking. Greinin varð útgivin av Udfordringen, í samstarvi við Rachel´s Vineyard Føroyar og við tvær kvinnur, sum, eftir at hava fingið fosturtøku, hava luttikið á lekjandi skeiðinum hjá Rachel´s Vineyard í Føroyum. Leinki til greinina og nógv onnur kunning er at finna her: http://www.provita.fo/default.asp?menu=387 .
Ein tólv síður langur bóklingur við heitinum “Mental Health and Abortion” fer skjótt at vera tøkur á føroyskum.
Ætlanin er eisini at hava enn eitt Rachel´s Vineyard vikuskifti 11.-13. Mars 2016 fyri ein og hvønn, sum er særdur av fosturtøku. Ver hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við Mariu Forrestal (tlf: 771700 / 515386) ella Hildu Viderø (tlf: 216785 / 771710) fyri at hoyra nærri.
Forsprákan fyri lív: Seinastu níggju mánaðirnar hava Sofus Gregersen, Hilda Viderø og Maria Forrestal havt fleiri talur og framløgur ymsastaðni kring landið.
Føroya Pro Vita og Rachel´s Vineyard hava eisini havt básar og framløgur á Fólkafundinum, sum var í Tórshavn 18.-19. septembur. Vikublaðið skrivaði eina hálva síðu um hetta, og vit fingu eina samrøðu, tríggjar minuttir til longdar, í tíðindasendingini hjá Kringvarpi Føroya um nátturðatíð, í samband við tiltakið.
Føroya Pro Vita og Rachel´s Vineyard høvdu eisini ein bás á Stórmøtunum, sum vóru á Giljanesi seint í oktobur.
11. desember hevði Maria Forrestal, samskipari, eina samrøðu í ungdómssendingini RøddinLive hjá Kringvarpi Føroya, har evnið var fosturtøka. Samrøðan var tólv minuttir til longdar. Í sendingini, sum vardi ein tíma, var ein samrøða við eina unga kvinnu, sum hevði fingið fosturtøku, við Katrin Kallsberg, kvinnulækna, og við Mariu Forrestal vegna Føroya Pro Vita. Síðani var kjak. Sendingin varð send tvær ferðir, og er framvegis tøk á netinum: http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/12/12/rddin-13#.VpOFxvmLTIW
Í desember útgav Trúboðin eina jólagrein undir yvirskriftini “Trygga Havn: Gev hesum nýggja lívinum eina framtíð”, sum Maria Forrestal skrivaði. Greinin er tøk her: http://www.provita.fo/default.asp?page=3&id=200&menu=-1
Upprunaliga greinin, sum varð skrivað á enskum, bleiv útgivin á heimasíðuni hjá írska felagsskapinum fyri lív, Life Institute. Life Institute útgav eisini tvær aðrar greinar, sum Maria hevur skrivað. Tær eru at finna her:http://www.thelifeinstitute.net/blog/author/maria-forrestal/ Hetta samstarvið er úrslit av at hava vitjað Life Institute og fleiri aðrar felagskapir fyri lívi í Dublin og Belfast í Írlandi síðsta summar.
Facebook: Tað gleðir okkum, at okkara facebook síða er væl vitjað, og er vaksandi! Vit fáa eisini ymiskar fyrispurningar umvegis okkara heimasíður.
Gerst virkin! Til seinast vilja vit siga stóra takk fyri tín áhuga og stuðul í okkara týdningarmikla, lívbjargandi arbeiði. Vit leita altíð eftir
eyka hjálp, so um tú hevur onkur uppskot, hevur áhuga í at seta okkara heimasíður upp, skriva/týða greinar, fáa í lag framløgur og talur, hjálpa við samla pening inn o.s.fr., set teg so í samband við okkum! Vit vilja sera fegin hoyra frá tær.
Gerst stuðul: Tín stuðul kann bjarga fleiri mannalívum, umframt at viðvirka til at bæði kvinnur og menn, ið eru særd av fosturtøku, kunnu finna vón og grøðing í lívinum. Stuðul kann gjaldast inn á konto nr. 9865-4154414.
Føroya Pro Vita
Onnur tíðindi