Fosturtøkurnar minka kring heimin

Talið á fosturtøkum og óynsktum graviditetum er fallandi kring heimin. Tað vísir ein amerikansk kanning, sum tó ávarar um, at ótryggar fosturtøkur, serliga í menningarlondunum, hvørt ár kosta 70.000 kvinnum lívið.

Amerikanska Guttmacher Institut roknar við, at talið á fosturtøkum fall frá 45,5 milliónum í 1995 til 41,6 milliónir í 2003.

Nógvar kvinnur í menningarlondunum fara ígjøgnum fosturtøku undir umstøðum, sum eru hóttandi fyri teirra lív og heilsu.

Orsøkin er, at fosturtøka er forboðin í nógum londum, og í øðrum londum eru skerjandi ásetingar um, hvør kann fáa fosturtøku. Hetta førir við sær, at kvinnur seta seg í samband við persónar, sum ikki hava neyðugu útbúgvingina at gera fosturtøkur.

Men alt í alt er talið av fosturtøkum fallið frá 69 fyri hvørjar 1000 kvinnur millum 15 og 44 ár í 1995 til 55 fyri hvørjar 1000 kvinnur í 2008.

Kelda: Kristeligt Dagblad

Onnur tíðindi