Fosturtøkurnar í Danmark eru ein myta

Sambært Høgna Debes Joensen, landslækna, er talið á føroyskum kvinnum, ið fáa fosturtøku framda í Danmark, als ikki so høgt, sum fleiri vilja vera við.

29 kvinnur fingu fosturtøku í Føroyum í fjør, vísa hagtølini. So lágt hevur talið á framdum fosturtøkum ikki verið seinastu 10 árini, ið annars hevur ligið millum smá 40 og góð 50.
Í mun til grannalondini er talið sera lágt, og fleiri røddir hava verið frammi um, at hagtølini ikki kunnu nýtast til so nógv, tí veruliga talið er nógv hægri.
Av tí at vit ikki hava fría fosturtøka í Føroyum, verður sagt, at fleiri kvinnur fáa fosturtøkuna framda í Danmark. Meir enn 200 kvinnur, vil onkur vera við.
Men hesum trýr landslæknin ikki.
– Eg havi eingi tøl at vísa á, men talið er eftir mínum tykki ikki nær námind teimum 200 framdu fosturtøkunum. Eg hevði ikki verið bilsin, um talið hinvegin lá undir tey tíggju, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni.

Kelda: Finnur JensenSosialurin ©

Onnur tíðindi