Fosturtøkudiagnostikkur – Vilja vit vita ella ikki vita

Etiska Ráðið skipar fyri kjakfundi um fosturdiagnostikk. Endamálið við kjakfundinum er at lýsa hvørjar etiskar spurningar fosturdiagnostikkur kann hava. Fundurin er í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 22. mai frá kl. 19.30 til 21.30.

Tað ber til, at lurta eftir higar á Youtube:   Fosturtøkudiagnostikkur – Vilja vit vita ella ikki vita    (1:19:15   –   við skrá)

 

“Fosturdiagnostikkur førir við sær nógvar torførar etiskar spurningar, sum t.d. nær skal kvinnan fáa bjóðað fosturdiagnostikk ?, hvør skal fáa hetta tilboð ?, og hvussu eiga truplu støðurnar at handfarast, sum kvinnur og pør kunnu koma í orsakað av fosturdiagnostikki. Hvørjar avleiðingar kann ein fosturdiagnosa fáa persónliga og samfelagsliga? Ella er best einki at vita ?

Fundurin verður skipaður við fýra uppleggum.  Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum fer yvirskipað at greiða frá um fosturdiagnostikk útfrá spurninginum hvørt vit vilja vita ella ikki vita. Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum og limur í Etiska ráðnum, fer at greiða frá fosturdiagnostikki í Føroyum í dag og Fróði Joensen, yvirlækni á Barnadeildini, fer at greiða frá um genetiska skreening av arvaligum sjúkum í Føroyum.

Áðrenn orðaskiftið verður, fer Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki og limur í Etiska ráðnum, at hugleiða um, hvørjar etiskar tvístøður kunnu standast av fosturdiagnostikki og m.a.hvørjar avleiðingar fosturdiagnostikkur kann hava samfelagsliga og fyri tann einstaka…”

 

Meira upplýsing:  Fosturtøkudiagnostikkur – Vilja vit vita ella ikki vita – dagur.fo, 20.05.2019

 

 

Onnur tíðindi