Fyribyrging

Sambært lógini skal man vera í minsta lagi 15 ár fyri at hava kynsligt samband.

Hítir

Eitt avlangt hylki úr ógvuliga tunnum gummi, sum verður rulla uppá standandi kynslimin áðrenn samlegu, og sum verður fyribeint eftir samlegu. Heldur aftur sáðkyknunum, so tær ikki sleppa framat lívmóðirini og harvið egginum. Hítin er einasta fyribyrging, sum verjir báðar partar móti kynsliga bornum sjúkum, sum til dømis Klamydia og HIV/AIDS. Fyri at hítin kann vera so trygg sum møguligt, so er týdningarmikið at hon verður nýtt á rættan hátt. Hítir kunna keypast á apotekum og flest øllum handlum, kioskum o.s.fr.

TRYGD: Upp til 97% um hítin verður nýtt á rættan hátt.

P-bollar

Tablettir, sum innihalda hormonini østrogen og gestagen. Skulu takast í 21 dagar, síðan 7 daga steðgur. Hindra eggloysn við at steingja fyri teimum kynshormonum, sum leysgeva egg. P-bollar ávirka slímhinnuna í lívmóðirini soleiðis, at møguliga gitin egg ikki kunnu festa og menna seg. Harafturat ávirkast slímið í lívmóðirhálsinum, so hon gerst trek og ógjørlig hjá sáðkyknum at treingja ígjøgnum.

TRYGD:Næstan 100% um p-bollarnir verða tiknir regluliga

Mini p-bollar

Tablettir, sum bara innihalda hormonið gestagen. Takast hvønn dag somu klokkutíð. Onkur sløg av mini p-bollum steðga, eins og p-bollin, eggloysnini. Hjá nógvum kvinnum ávirkast slímhinna í lívmóðirini á sama hátt, sum av p-bollum soleiðis, at møguliga gitin egg ikki kunnu festa seg og mennast. Gera slímhinnuna treka og ógjørliga hjá sáðkyknum at treingja ígjøgnum. Finnast eisini í eini hádosis útgávu, sum virka næstan sum p-bollar. Hesir mini-bollar, skulu, eins og p-bollar, takast hvønn dag.

TRYGD: Uml.: 98% um mini p-bollarnir verða tiknir hvønn dag, sama klokkutíma.

P-ringurin

Ein bleytur, liðiligur plastringur (5,4 cm í tvørmáti), sum, eins og p-bollin, inniheldur hormonini østrogen og gestagen, men í smærri mongdum. P-ringin skal gentan sjálv seta upp á pláss í móðirskeiðini, har hann skal sita í 21 dagar. Síðan verður hann tikin úr og fyribeindur. Í sjey dagar verður steðgur, áðrenn ein nýggjur P-ringur verður settur upp.
Ringurin gevur frá sær lítla mongd av kvinnuligum hormonum, sum seyra inn í blóðræsirnar gjøgnum skeiðsveggin, og hava sama virknað sum p-bollar.

TRYGD: Næstan 100%, um rætt verður atborið

P-plástur

Eitt tunt plástur, sum verður sett á húðina og inniheldur hormonini østrogen og gestagen, eins og p-bollar. Verður sitandi á húðini eina viku í senn, síðan burtubeint. Eftir 21 dagar verður hildin steðgur í sjey dagar. Gevur frá sær lítlan skamt av kvinnuligum hormonum, sum seyra inn í blóðrásina gjøgnum húðina og virka eins og p-bollin.

TRYGD: Næstan 100%, um rætt verður atborið

P-stavur

Ein klænur stavur (4 cm til longdar og 2 cm í tvørmáti), sum inniheldur hormonið gestagen. Verður av lækna lagt undir húðina, á innari síðuni á yvirarminum. Er virkin í trý ár. Gevur spakuliga frá sær eitt sindur av kvinnuliga hormoninum gestagen, sum fer í blóðið og hindrar eggloysn. Harumframt ger taðslímhinnuna treka og ógjørliga hjá sáðkyknum at treingja ígjøgnum.

TRYGD: Næstan 100%

Snyril (spiral)

Lítil plastikklutur, sum verður settur upp í lívmóðirina av lækna. Tað eru fleiri snið á marknaðinum. Koparsnyrilin/spiralurin er umvundin við kopari, og kann verða sitandi í 5-8 ár. Hormonsnyrilin/spiralurin er virkin í 5 ár, og er gjørdur við plasthylki, sum letur frá sær hormonið gestagen í lívmóðirini. Bæði sløgini skulu takast úr hjá lækna.

Koparsnyrilin (koparspiralurin)

Ávirkar umhvørvið við lívmóðirhálsin, soleiðis at sáðkyknur illa fáa flutt seg, umframt at lívmóðirveggurin ikki letur møguliga gitin egg seta seg fast.

TRYGD: Umleið 98%

Hormonsnyrilin (hormonspiralurin)

Gevur spakuliga frá sær eitt sindur av kvinnuliga hormoninum gestagen, sum m.a. ávirkar slímið í lívmóðirhálsinum.

TRYGD: Omanfyri 99%

Pessar:

Gummihetta við bleytum, fjaðrandi ringi um rondina. Finst í ymsum støddum. Læknin tekur mát, og gentan setur sjálv pessarin upp í móðirskeiðina innan samlegu. Skal verða sitandi 6-8 tímar eftir síðstu samlegu. Letur aftur fyri lívmóðirmunnan soleiðis, at sáðkyknur ikki finna veg upp í lívmóðirina. Skal brúkast saman við sáðdrepandi kremi.

TRYGD: Upp til 97% um rætt verður atborið, saman við sáðdrepandi kremi.

Femidom

Kremviðgjørt gummihylki við tveimum ringum (ein uttari og ein innari) í hvør sínum enda, sum verður sett upp í skeiðina. Verður sett upp áðrenn samlegu og fyribeint aftaná. Innari ringurin hjálpir til at seta femidomið rætt, og hindrar sáðkyknunum at sleppa upp í lívmóðirina. Uttari ringurin, sum er opni endin av hylkinum, verður verandi uttanfyri skeiðina.

TRYGD: Upp til 97% um femidomið verður brúkt rætt við hvørja samlegu. Kann nýtast saman við sáðdrepandi kremi

P-sproyta

Innspræning við hormoninum gestagen. Verður gjørt av lækna uml. 3. hvønn mánaða. Hindrar eggloysn við at steðga kynshormoninum, sum loysir eggið. Ávirkar slímhinnuna soleiðis,at møguliga gitið egg ikki kann festa seg og mennast. Ger slímhinnuna treka og ógjørliga hjá sáðkyknum at treingja ígjøgnum.

TRYGD: Næstan 100%

Angribollin (neyðfyribyrgjan)

Hesar tablettir kunnu útseta eina eggloysn, umframt at tær forða egginum í at seta seg fast í slímhinnuna í lívmóðirini. Verður brúkt fyri ikki at gerast við barn eftir óvarda samlegu. Angribollin fæst í handkeypi á apotekum.

Trygdin er tengd at skjótleika soleiðis at um tablettin/tablettirnar vera tiknar:

  • innan 24 tímar eftur samlegu er trygdin umleið 95%
  • millum 24 – 48 tímar eftur samlegu er trygdin umleið 85%
  • millum 48 – 72 tímar eftur samlegu er trygdin bert umleið 58%

Gev gætur at hormonnøgdin í einum angribolla svarar til hormonnøgdina í 25 mini p-bollum. Angribollin er einans neyðfyribyrging og eigur ONGANTÌÐ at koma í staðin fyri vanliga fyribyrging.