Fosturtøkulógin

Grundgevingar fyri fosturtøku
  •  1%  – kynsligur yvirgangur: neyðtøka; blóðskemd.
  •  6%  – av heilsuávum: brek
  • 93% – sosialar fosturtøkur: ”óynskt”

 

I Føroyum hava vit í meginregluni ikki ”fría” fosturtøku, tað vil siga at tað skulu nakrar treytir verða uppfyltar fyri at ein kann fáa framda eina fosturtøku.

Fosturtøkumarkið í Føroyum er 16 vikur. Foreldur at ómyndigum persóni, sum er við barn – 17 ár og yngri – skulu geva samtykki, áðrenn fosturtøkan kann verða framd. Tá talan er um hjúnalag, skal maðurin geva sítt samtykki, áðrenn fosturtøkan kann verða framd.

Forteytirnar fyri at loyva fosturtøku eru hesar:
  • Um lív og heilsa kvinnunnar er í vanda.
  • Um kvinnan er vorðin við barn við neyðtøku ella líknandi brotsgerð.
  • Um fostrið er í vanda fyri at fáa álvarslig likamlig ella sálarliga brek.
  • Um mett verður, at kvinnan ikki fer at megna at taka sær av barninum grundað á ógvusligar sálarligar ella likamligar avbjóðingar.

Umframt at treytirnar skulu vera uppfyltar, skulu eisini tveir læknar viðmæla at fosturtøkan verður framd.
Les fosturtøkulógina HAR

CEDAW (ST) og føroyska fosturtøkulógin: meira upplýsing HAR

Hóast hesar treytir, sýnist tað sum tað ikki er so stór forðing fyri at ynski um fosturtøku verður játtað, og tað sýnist sum læknarnir í Føroyum hava rættliga nógv at siga hesum viðvíkjandi. Hagtølini vísa at læknar ofta viðmæla fosturtøku.

Lógin, ið fyriskipar biomedicinskar kanningar, er ikki sett í gildi í Føroyum. Føroyingar fáa slíkar viðgerðir í Danmark og verða viðgjørdir sambært donsku lógini.  Lesa meira um ísáing HAR.

EIN VIÐMERKING TIL FORTREYTNIRNAR
Um lív og heilsa kvinnunnar er í vanda…

Fosturtøka er ikki ein medisinsk viðgerð ella ein lekidómur fyri nakað sum helst. Góð medisinsk praksis góðkennir og loyvir lívbjargandi inntrivum, hóast tað stendur um lív hjá ófødda barninum. Í slíkum føri er málið altíð at bjarga báðum lívunum, um tað er møguligt. Fosturtøka hevur til endamáls at oyða/avlíva. Víðfevnandi, aktuellar kanningar vísa, at fosturtøka í veruleikanum setur kvinnuna í álvarsligan vanda – bæði likamliga og sálarliga: Aftaná fosturtøku
The Dublin Declaration 2012 (á 18 málum) –  Meira enn 900 læknar hava skivað undir!
http://www.dublindeclaration.com/

Um kvinnan er vorðin við barn við neyðtøku ella líknandi brotsgerð…

Neyðtøka og blóðskemd/insest eru sera álvarsligar og órættvísar brotsgerðir ímóti kvinnum. Kortini velja kvinnur at eiga barnið, ið er gitið undir tílíkum umstøðum. Hesar kvinnur siga, at tær kenna, at barnið hevur eina grøðandi og sigrandi ávirkan á tað ræðuliga, sum ein neyðtøka førir við sær. Barnið er altíð sakleyst. Tað er ólogiskt at revsa barnið grundað á brotsgerðina hjá pápanum. Børn, ið eru gitin undir neyðtøku, liva til fulnar sítt egna lív.

Kvinnur, ið hava fingið fosturtøku eftir eina neyðtøku, siga, at tær funnu linna og grøðing eftir neyðtøkuna, men ikki eftir fosturtøkuna. Summar siga enntá, at tær kendu fosturtøkuna sum enn eina neyðtøku, sum enn eitt álop, harðligt og oftast framt av einum manni. Somuleiðis siga summar, ið hava verið offur fyri blóðskemd/insest, at fosturtøkan varð nýtt til at goyma blóðskemdina/insestina. Skemmarin noyddi og kroysti tær til at fremja fosturtøku, og síðani helt hann á við tí ræðuligu misnýtsluni.

Um fostrið er í vanda fyri at fáa álvarslig likamlig ella sálarliga brek…

Um eitt fostur er í stórum vanda fyri at fáa álvarslig likamlig ella sálarlig brek, so er svarið ikki deyði – svarið er umsorgan. Hvat merkir ‘álvarslig brek’, tá fosturtøka verður framd móti børnum, ið hava Down Syndrome, Spina Bifida, klovnan góma, krypilsfót – ella tí tú ert genta! Hvør avger? Hvønn boðskap bera vit teimum, sum bera likamlig ella sálarlig brek og hava yvirlivað eina fosturtøku? Tað hevði verið betri at nýtt tíðina, orkuna og pengarnar til at kunna foreldur um lívsjáttandi alternativ til fosturtøku og at veitt stuðul, lívsjáttandi medisinska og linnandi umsorgan.

Tað er eisini vert at leggja til merkis, at javnan fáa foreldur eina vánaliga diagnosu í samband við fostrið, men tá barnið kemur í verðina, ja, so er tað frískt og raskt. Onnur foreldur kenna stóran linna, frið og troyst í at taka væl ímóti og elska barn sítt, hóast tað bert livir í fáar tímar ella dagar.

Um mett verður, at kvinnan ikki fer at megna at taka sær av barninum grundað á ógvusligar sálarligar ella likamligar avbjóðingar…

Megnar ein kvinna ikki at taka sær av barni sínum orsakað av likamligum ella sálarligum avbjóðingum, so áttu vit at boðið henni fosturhjálp ella ættleiðing – ikki fosturtøku. Hvat metingarstøði skal avgera, um kvinnan megnar ella ikki megnar at taka sær av barni sínum? Hvør skal avgera tað?

Nýggjar kanningar vísa, at viðbreknar kvinnur eru í størri vanda fyri at fáa fosturtøku-trauma, serliga tá fosturtøkan verður framd orsakað av trýsti frá øðrum og ímóti viljanum hjá mammuni. Hetta er ómetaliga álvarsamt og kann av sonnum sigast at vera brot á mannarættindi.

VIDEO og HEIMILDARFILMAR

Abortion: The Choice (58.min)
BBC documentary in which five women and one man speak about their abortion decisions and experience.
https://www.youtube.com/watch?v=luAhb2qC1lI

Blood Money – Dr. Alveda King (1.hr.20.min)
A documentary film narrated by Dr. Alveda King (niece of Rev. Martin Luther King) which examines the history of abortion in America. From the inception of Planned Parenthood and the profitability of abortion clinics, to Roe v. Wade, to the denial of when life begins, the fight to save the lives of innocent babies, and the devastating effects it has had on the women that have exercised this “choice”.
https://www.youtube.com/watch?v=xbW08i3efaM

Abort, voldtægt og incest
https://rettentilliv.dk/info/abort/abortens-temaer/voldtaegt-og-incest/

“Abort hjælper ikke” – siger ofre for voldtægt og incest.  (7.min)
Joyce Ann McCauley-Benner blev voldtaget – og blev gravid. Hør hende fortælle sin historie.
Videoen er produceret af Feminists For Life.
https://www.youtube.com/watch?t=353&v=rj6jtE3mrls

Conceived in Rape & Other Exceptions
(58.min.,  can be watched in parts)
https://www.youtube.com/watch?v=IrYOj3iwskk

Finding Joy After Darkness (4.min)
“She was my beauty from my ashes, the light that I got from the darkness that I had endured.”
https://www.youtube.com/watch?v=YbF6dFAegcY

The Compassion Project
Four short videos in which four women speak about sexual abuse, rape and abortion.
Discontinue the term, “Incompatible with life”
Mothers and fathers give testimony at the United Nations
(39.min., can be watched in parts)
https://www.youtube.com/watch?v=D3it5ySszT4
MEIRA UPPLÝSING