Fosturtøkulógin

í Føroyum hava vit í meginregluni ikki fría fosturtøku. Tað vil siga at nakrar treytir skulu verða uppfyltar fyri at ein fosturtøka kann verða framd.

Fosturtøkumarkið í Føroyum er 16 vikur og foreldur at ómyndigum persóni (17 ár og yngri), sum er við barn, skulu geva samtykki, áðrenn fosturtøkan kann verða framd. Tá talan er um hjúnalag, skal maðurin geva sítt samtykki, áðrenn fosturtøkan kann verða framd.

Forteytirnar fyri at loyva fosturtøku eru hesar:
  • Um lív og heilsa kvinnunnar er í vanda.
  • Um kvinnan er vorðin við barn við neyðtøku ella líknandi brotsgerð.
  • Um fostrið er í vanda fyri at fáa álvarslig likamlig ella sálarliga brek.
  • Um mett verður, at kvinnan ikki fer at megna at taka sær av barninum grundað á ógvusligar sálarligar ella likamligar avbjóðingar.

Afturat hesum skulu tveir læknar viðmæla at fosturtøkan verður framd.

Hóast hesar lógarfestu ásetingar og treytir er tað ikki trupult at fáa fosturtøku i Føroyum. Tað sýnist sum læknar í Føroyum hava rættliga nógv at siga á hesum øki og hagtøl vísa at teir ofta viðmæla fosturtøku.

VIÐMERKINGAR TIL FORTREYTNIRNAR FYRI FOSTURTØKU
Um lív og heilsa kvinnunnar er í vanda…

Fosturtøka er ikki ein læknafrøðilig viðgerð ella ein lekidómur fyri nakað. Góð læknafrøðilig praksis góðkennir og loyvir lívbjargandi inntrivum, hóast tað stendur um lív hjá ófødda barninum. Í slíkum føri er málið altíð at bjarga báðum lívunum, um tað er møguligt. Fosturtøka harafturímóti hevur til endamáls at taka lív. Kanningar vísa, at fosturtøka í veruleikanum setur kvinnuna í álvarsligan vanda – bæði likamliga og sálarliga: Aftaná fosturtøku

Um kvinnan er vorðin við barn við neyðtøku ella líknandi brotsgerð…

Neyðtøka og blóðskemd/insest eru sera álvarsligar og órættvísar brotsgerðir ímóti kvinnum. Kortini velja kvinnur at eiga barnið, ið er gitið undir tílíkum umstøðum. Hesar kvinnur siga, at tær kenna, at barnið hevur eina grøðandi og sigrandi ávirkan á tað ræðuliga, sum ein neyðtøka førir við sær. Barnið er altíð sakleyst. Tað er ólogiskt at revsa barnið grundað á brotsgerðina hjá pápanum. Børn, ið eru gitin undir neyðtøku, liva til fulnar sítt egna lív.

Kvinnur, ið hava fingið fosturtøku eftir eina neyðtøku, siga, at tær funnu linna og grøðing eftir neyðtøkuna, men ikki eftir fosturtøkuna. Summar siga enntá, at tær kendu fosturtøkuna sum enn eina neyðtøku, sum enn eitt álop, harðligt og oftast framt av einum manni. Somuleiðis siga summar, ið hava verið offur fyri blóðskemd/insest, at fosturtøkan varð nýtt til at goyma blóðskemdina/insestina. Skemmarin noyddi og kroysti tær til at fremja fosturtøku, og síðani helt hann á við tí ræðuligu misnýtsluni.

Um fostrið er í vanda fyri at fáa álvarslig likamlig ella sálarliga brek…

Um eitt fostur er í stórum vanda fyri at fáa álvarslig likamlig ella sálarlig brek, so er svarið ikki deyði – svarið er umsorgan. Hvat merkir ‘álvarslig brek’, tá fosturtøka verður framd móti børnum, ið hava Down Syndrome, Spina Bifida, klovnan góma, krypilsfót – ella tí tú ert genta! Hvør avger? Hvønn boðskap bera vit teimum, sum bera likamlig ella sálarlig brek og hava yvirlivað eina fosturtøku? Tað hevði verið betri at nýtt tíðina, orkuna og pengarnar til at kunna foreldur um lívsjáttandi alternativ til fosturtøku og at veitt stuðul, lívsjáttandi medisinska og linnandi umsorgan.

Tað er eisini vert at leggja til merkis, at javnan fáa foreldur eina vánaliga diagnosu í samband við fostrið, men tá barnið kemur í verðina, ja, so er tað frískt og raskt. Onnur foreldur kenna stóran linna, frið og troyst í at taka væl ímóti og elska barn sítt, hóast tað bert livir í fáar tímar ella dagar.

Um mett verður, at kvinnan ikki fer at megna at taka sær av barninum grundað á ógvusligar sálarligar ella likamligar avbjóðingar…

Megnar ein kvinna ikki at taka sær av barni sínum orsakað av likamligum ella sálarligum avbjóðingum, so áttu vit at boðið henni fosturhjálp ella ættleiðing – ikki fosturtøku. Hvat metingarstøði skal avgera, um kvinnan megnar ella ikki megnar at taka sær av barni sínum? Hvør skal avgera tað?

Nýggjar kanningar vísa, at viðbreknar kvinnur eru í størri vanda fyri at fáa fosturtøku-trauma, serliga tá fosturtøkan verður framd orsakað av trýsti frá øðrum og ímóti viljanum hjá mammuni. Hetta er ómetaliga álvarsamt og kann av sonnum sigast at vera brot á mannarættindi

Les meira: Fosturtøkulógin