FOSTURTØKA

Seinastu 20 ár eru áleið 700 fostur tikin í móðurlívi á føroyskum sjúkrahúsum.

Fosturtøka áðrenn 12. viku

Fosturtøkumarkið í Føroyum er 16 vikur, men flest fosturtøkur verða framdar millum 7. og 12. viku. Vanligasti framferðarhátturin í hesum tíðarskeiði er útsúgvingarhátturin. Í stuttum er mannagongdin tann, at lívmóðurhálsurin verður víðkaður og eitt plastikrør verður koyrt inn í lívmóðurina. Síðan verður barnið sogið út í gjøgnum rørið – í smálutum.

Fosturtøka eftir 12. viku

Aftana 12. viku er vanligt at geva eina sproytu við einum evni, ið kallast prostaglandin. Hetta setur føðingina í gongd. Barnið verður so føtt, og er sum oftast deyðføtt. Um barnið verður føtt livandi, fær tað onga viðgerð, sum kann halda tí á lívi.