Fokus á ‘fjaldu sorgina’

2.okt. skipar Føroya Pro Vita fyri evnisdegi í Havn við heitinum “Tann fjalda sorgin”. Røðari verður Bernardette Goulding úr felagsskapinum Rachel’s Vineyard í Írlandi, sum sjálv fyri mongum árum síðan fekk fosturtøku framda

Evnisdagurin “Tann fjalda sorgin” verður á Panorama á Hafnia leygardagin 2.okt. 2010 kl. 13-16.

Altjóða felagsskapurin Rachel’s Vineyard varð stovnaður í 1986 av amerikanska psykoterapeutinum Theresu Karminski Burke. Endamálið var at bjóða teimum viðgerð, sum hava sálarlig mein eftir fosturtøku.

Bernardette Goulding, ið starvast hjá felagsskapinum í Írlandi, fer at luttaka á evnisdegnum hjá Pro Vita 2.okt. Hon fekk sjálv fosturtøku framda og kennir pinuna, skommina, skuldarkensluna og sjálvfordømingina av gerðini.

Fosturtøka er ikki “hetta hevur einki upp á seg”. Fosturtøka er ein lívsbroytandi avgerð. Við fosturtøku gevst eitt hjarta at sláa, og eitt annað brestur, sigur Bernardette Goulding. Eitt tað truplasta hjá kvinnum, sum hava fingið fosturtøku framda, er at syrgja sítt mista barn. Tá er einki lík, eingin jarðarferð, eingin grøv, eingir vinir og eingin familja at hjálpa tær at syrgja. Sorgin heldur tí á og fær ongan enda. Ein kvinna segði mær: “Hvussu kann eg syrgja eitt barn, hvørs lív eg havi endað? Hvønn rætt havi eg at syrgja nakran, sum eg ikki vildi hava? Tá eg valdi at fáa fosturtøku, gav eg tá ikki rættin til at syrgja frá mær?” Soleiðis píndi eg eisini meg sjálva við at hugsa í nógv ár. Hesar kvinnur, sum hava valt fosturtøku, eru okkara døtur, konur, skyldfólk og vinir. Ov ofta bera tær eitt fjalt sár í hjartanum, sum opnast aftur, hvørja ferð tær hoyra eitt pinkubarn gráta, síggja eina kvinnu við barn ella hoyra fosturtøku nevnda. Ein og hvør fosturtøka er eitt andlát í familjuni. Aftan á andlát tørvar tær at syrgja. Við fosturtøku hevur tú ikki loyvi at syrgja.

Navnið á felagsskapinum Rachel’s Vineyard stavar úr Gamla Testamenti, úr Jeremias 31,15, sum sigur: “ Rakul grætur um børn síni; hon vil ikki lata seg troysta eftir børn síni; tí tey eru ikki til longur.” Viðgerðin hjá Rachel’s Vineyard hjálpir kvinnum og monnum at fáa samband við og sleppa sorg og líðing síni.

Evnisdagurin “Tann fjalda sorgin” verður í hølunum á Panorama á Hafnia, leygardagin 2.okt ’10, frá kl.13-16.

Fríggjadagin 1.okt. verður skeið um sama evni hildið fyri fakfólk og onnur áhugað. Meira um hetta á heimasíðuni www.provita.fo

PS. Tiltøkini og ábit eru ókeypis!

Øll við áhuga fyri evninum eru vælkomin.

Føroya ProVita

Onnur tíðindi