Fleiri kvinnur fáa fosturtøku á privatsjúkrahúsum

433 kvinnur gjørdu í fjør av at nýta ein heilt nýggjan møguleika at fáa gjørda ókeypis fosturtøku á donskum privatsjúkrahúsi ella hjá privatvirkandi gynokologi. Tað vísir ein uppgerð hjá danska heilsustýrinum yvir fosturtøkur í 2006, sum er almannakunngjørd í dag.

Frágreiðingin vísir, at 15.053 kvinnur fingu gjørda fosturtøku í fjør, sum er nakað tað sama, sum undanfarin ár.

Kelda: Kristeligt Dagblad

Onnur tíðindi