Hvørt ár eru 56 milliónir fosturtøkur runt um í heiminum, vísa nýggj tøl frá Heimsheilsustovninum WHO.
Tølini sum WHO leggur fram í dag vísa, at fleiri velja fosturtøku nú enn nakrantíð fyrr, men at tølini samtíðis eru fallandi í teimum ríku londunum.
Kanningin er bert viðvíkjandi teimum sum velja fosturtøku og er gjørd av WHO og Guttmacher-instituttinum og stenduir at lesa í medisinska tíðarritinum Lancet.
KELDA: VP – hósdagin 19. mai 2016