Fíggjarviðurskifti

Um tú ert við barn, og ikki hevur nakra inntøku, kanst tú søkja Almannaverki um fyribils uppihaldisveiting.

Í 2021 eru upphæddirnar á fyribils uppihaldsveiting hesar:
Einsamallur forsyrgjari fær 16.697 kr
Sambúgvandi forsyrgjari fær 12.986 kr

Fyribils uppihaldsveitingin er skattskyldug og kann í fyrsta lagið fáast 4 vikur áðrenn áðrenn tú ert sett at eiga.

Sæmbært § 12 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur kann ein forsyrgjari fáa fyribils uppihaldsveiting.

Veitingar frá Almannaverkinum í 2021

Ert tú einsamallur forsyrgjari, hevur tú rætt til serligt barnaískoyti afturat, sum er 2.500 kr kvartalsliga (tvs 10.000 kr um árið).

Afturat hesum kann tú eisini søkja um familjuískoyti.