Færri fosturtøkur í fjør

30 fosturtøkur vórðu framdar á føroysku sjúkrahúsunum í fjør. Flestu kvinnurnar vóru í aldrinum 30-34 ár.

Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Landslæknanum.

Miðal seinastu 15 árini er 38,5 fosturtøkur, og seinastu fimm árini hevur talið verið lægri enn hetta.

Flestu kvinnurnar, sum fingu fosturtøku framda, vóru í aldrinum 30-34 ár. Ongin var í aldursbólkinum 15 ár og yngri.

Kelda: http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/faerri-fosturtoekur-i-fjoer/

Heilsulýsing Landslæknans 2013 – 2014 finst HAR
Onnur tíðindi