Etiska støðan hjá fostrum í eini broytingartíð

At foreldur eru farin at jarða fosturlát er bara av eitt dømunum um, at fostur nú verða sædd sum børn

Eitt hjarta, sum bankar. Ein hond, sum klórar sær um kjálkan. Smáir spjálkandi føtur.

Tá ið nú foreldur nú gjøgnum skanningar – tá fostrið bert er fáar mánaðar gamalt – kunnu gera sær eina týðliga mynd av teirra ófødda barni, er tað við til at broyta etiska sýnið upp á fostur. Og tá starvsfólk í heilsuverkinum eisini velja at jarða fostur í kirkjugarðinum, er talan um at geva fostrinum eina støðu, sum eitt deytt barn, heldur enn bara vevna og kyknur.
Hetta halda serfrøðingar og fakpersónar, sum fáast við evnið. Ein av teimum er Sniff Andersen Nexø, lærari í nútímans mentan og samfelagssøgu á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn.

– Eftir mínari fatan er tann generella gongdin, eisini tá tað snýr seg um heilt ung fostur, at fólk rokna fostrum ein menniskjaleika og individualitet. Hyggja vit eftir gravlegging, so eru tað strangar reglur fyri hvat tú hevur loyvi at jarða. Eitt nú er ikki loyvt at jarða eina seymimaskinu. So tá fosturlátin fostur verða jarðað, verður teimum tillutað status sum menniskja, sigur Sniff Andersen Nexø, sum er í gongd við at skriva eina vísindaliga grein um hetta evnið.

Les alla greinina í Kristeligt Dagblad:

Onnur tíðindi