Etiska ráðið umhugsar fosturtøkumarkið

Um fá ár vilja fosturkanningar kunna geva svar upp á allaminstu feilir við barninum, so sum farvublindni og onnur smáting. Hetta krevur nýtt orðaskifti um fosturkanningar og fosturtøkumarkið, meinar John Brodersen, lektari við Institut for Folkesundhedsvidenskab.

Liminir í Etiska Ráðnum síggja møguleikarnar við fosturkanningum úr ymiskum sjónarhornum. Onkur av limunum eru fyri frísinnaðari lóggávu, har tað verður latið yvir til foreldrini at umsita ta vitan, sum fosturkanningar geva. Onnur halda ikki, at kvinnurnar megna at handfara tær upplýsingar og vitan, sum fosturkanningar í framtíðini fara at avdúka.

Men sum samfelag verða vit noydd til at tosa um, hvat vit vilja skilja frá. Hetta er eitt orðaskifti, sum vit ongantíð hava havt á fólkaræðisligan hátt, tí Fólkatingið hevur lagt ábyrgdina yvir á ta einstøku kvinnuna.

Les meira hjá Kristeligt Dagblad:

Det Etiske Råd overvejer abortgrænsen

Skal tidlig fosterdiagnostik føre til skærpet lovgivning?

Onnur tíðindi