Etiska ráðið krevur fostur virðiliga viðfarin

Tað skal ikki longur vera munur á, hvussu aborteraði fostur verða handfarin, soleiðis at eitt sjúkrahús jarðar fostur í kirkjugarðinum, meðan onnur sjúkrahús senda tey til brenningar sum lívfrøðilig burturkast. Soleiðis verður sagt í einum tilmæli frá Etiska ráðnum, sum bleiv almannakunngjørt í gjár.

Teir 17 limirnir í Etiska ráðnum eru eisini samdir um, at tað eigur at verða givið tilboð um navnleysa jarðseting av øllum aborteraðum fostrum eftir 12. viku – sum er markið fyri fríari fosturtøku í Danmark – men at foreldrini altíð eiga at verða tikin við í avgerðini um, hvussu fostrið verður handfarið.

– Eg hugsi ikki, at vit í Etiska ráðnum skulu fara niður í smálutir og siga, hvussu tað skal ganga fyri seg. Heldur skal tað vera ein felagsloysn við navnleysari jarðseting, sum foreldrini verða kunnað um, og sum tey kunnu siga nei takk til. Um ynski er at tað verður burturbeint sum vandaburturkast, so skal tað vera ein møguleiki. Eisini skal vera møguligt at fáa fostrið útleverað, soleiðis at ein gravlegging kann fara fram, um tað er ynski, sigur næstformaðurin í Etiska ráðnum, fyrrverandi heilsumálaráðharri, Ester Larsen.

Tað eru yvir 16.000 fosturtøkur í Danmark. Í 2009 vórðu 838 av teimum framdar eftir 12. viku, við loyvi frá fosturtøkusamráðnum og abortkærunevndini. Harumframt vóru 1378 fosturlát.

Eftir lógini verður eitt fostur ikki roknað sum eitt barn fyrrenn eftir 22. viku. Men óansæð um fostrið ikki hevur somu løgfrøðiligu rættindi sum eitt barn, eiga vit sum samfelag at fara sømuliga við aborteraðum fostrum, verður sagt í tilmælinum frá Etiska ráðnum.

Kelda: Kristeligt Dagblad

Onnur tíðindi