Etiska kjakið í vanda fyri at verða eintáttað

Skjótt verða kenslubornir og torførir spurningar, um fosturtøku, gøgndonatión og grundkyknugransking, bert latnir í hendurnar á fólki, ið eru í almennum starvi.

Formaðurin í ráðnum, læknin Ole Hartling, sigur, at tað vísir seg at vera torført at sameina arbeiðið í ráðnum við privata vinnulívið. Hann heldur tað vera umráðandi, at ráðið eisini er umboðað við fólki úr privata vinnulívinum

Men hóast orðini í lógini um, at ráðið skal vera sett saman av einum so breiðum úrvali av fólki, bæði leikum og lærdum, so er ringt fáa fólk úr privatu at verða verandi.

Samskiftisleiðarin hjá Carlsberg, Anne-Marie Skov, er nú einasta umboð úr privatu vinnuni í ráðnum.

Les meira hjá Kristeligt Dagblad

Det Etiske Råd

Onnur tíðindi