Er frí fosturtøka millum týðandi ungdómsmálini?

Tey ungu í dag tykjast mær mangan so sera skilagóð. Vit hava nógv at vera takksom fyri við so gløggum og upplýstum ungdómi.

Men tað harmar meg at hoyra, nú stóru skúlabørnini sleppa at royna seg á ungdómstingi í løgtingssalinum, at eitt av málunum, nøkur teirra halda vera verd at stríðast fyri, er at fáa fría fosturtøku í Føroyum.

Havi júst í so máta hildið hesi ungu í okkara upplýstu tíð í dag vera nógv frægari, enn vit vóru í sama aldri. – Og avgerðir og hugsanarháttur í ungdóminum hava tað við at mynda teg fyri lívið.

Tey upplýstu ungu
Tey eru vaksin upp við at finna fram frágreiðingar og myndir til snøgt sagt alt. Internet-ættarliðið veit svar á so mangt, sum vit – eitt og tvey ættarlið aftur – ikki so frægt sum høvdu dugað at sett spurningarnar til.

At eitt fostur ikki bara er ein kyknu- ella slímklumpur, tað vita tey ungu í dag. Tey ídnastu ímóti fosturtøku í heila tikið eru tí ofta blaðung fólk. Tað er ikki teirra ættarlið, sum tekur undir við, at verður ein bakteria funnin á Mars, er tað meira tekin um lív og krevur størri ans enn nýggja mannafostrið í móðurlívi.

Hvør ávirkar tey ungu?
Tí undrar tað meg so mikið meir, at frí fosturtøka skal vera sloppin upp í part millum málini, tey ungu halda hava týdning at fáa fyri tingið!

Tað er sum at hoyra kvinnurørsluna aftur frá sjeytiárunum ella somu fólkini, sum síðan eru vorðin miðaldrandi og kanska eldri, og sum framvegis stríðast fyri tí sama.

Hvør ávirkar okkara ungu – eru tað lærararnir, sum eru við til at mynda teir spurningar og tey mál, ið skulu leggjast fram á ungdómstinginum?

Taka ábyrgd av egnum gerðum
Hvussu ber tað til, at tað at beina fyri allarsmæstu føroyingunum verður roknað sum so týðandi mál? Er tað, tí vit ikki læra okkara ungu at taka ábyrgd av egnum gerðum? At ansa eftir sær sjálvum, áðrenn barn verður gitið?

Tað verður eitt sindur smart sagt, at “kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi”. So vist skuldi hon tað!

Tíverri eru vaksin fólk, sum halda seg hava rætt til at gera seg inn á kvinnur og gentur, ja smágentur við, ofta við syrgiligum avleiðingum fyri lívið alt.

Tann kvinna, sum av egnum ávum verður við barn, hevur ikki bara “egnan kropp” at ráða yvir. Tá er henni litið eitt annað mannalív til. Og lívinum hjá øðrum hava vit ongan rætt til at beina fyri.

Størsta føroyska brotsverk
Eftir mínum tykki er hetta størsta brotsverk, ið okkara fólk og land hevur gjørt í nýggjari tíð: at sýta okkara smæstu at verða fødd.

Hevði so hjartaliga vónað, at henda marran – fosturtøka yvirhøvur – fór at doyggja út saman við okkum í eldru ættarliðunum. Hetta at summi halda tað vera rætt og natúrligt at fara inn í móðurlívið og kvetta lívstráðin hjá einum øðrum menniskja.

Í farnum øldum varð sagt um ungar gentur, at tær ‘komu sær í ólukku’, um tær gjørdust við barn ógiftar.

Men í okkara framkomna landi er tað eingin ólukka at koma fyri barn!

Jú, tað eru summar familjur, sum ikki hava tað so ríviligt sum aðrar, eisini í Føroyum. Tað eru summi børn, ið ikki hava tað so gott, sum vit høvdu ynskt teimum. Men álvaratos, nær er tað vorðið ein gyldig grund til at beina fyri mannalívi!

Avlíva hugsanarháttin
Um tað er hetta, hesi ungu síggja, sum leggja uppskot um fría fosturtøku á ting, so var at taka tað frá tí endanum. Leggja uppskot fram um, hvussu landið betur kann taka sær av teimum smæstu og teirra avvarðandi, so hesi smáu kunnu hava bestu fortreytir fyri at vaksa upp.

Og vil heilt illa til, so at ein ung mamma – ella ein eldri – ikki vil ella kann taka sær av sínum avkomi, so eru nógvar fúsar hendur tøkar í landinum. Fólk, sum so inniliga ynskja sær børn, men eingi fáa; ella tey, sum altíð hava rúm og hjarta fyri einum aftrat.

At týna mannalív eigur ikki at vera ein útvegur yvirhøvur!

Hevði so hjartaliga ynskt, at hesin óhugnaligi hugsanarhátturin varð avlívaður eina ferð fyri allar! Tann hugsanin, at tað er í lagi at bróta inn í móðurlív og kvetta lívstráðin hjá smáum menniskjum.

Heilur flokkur av børnum hvørt ár
Hóast vit ongantíð hava havt fría fosturtøku í Føroyum, eru fostrini, sum eru fyribeind í móðurlívi gjøgnum árini, ikki bara hundraðtals, men helst eisini túsundtals.

Okkurt árið hava tey verið út ímóti hundrað í tali. Nú í fleiri ár hava tey vist ligið um tey tríati. Sum ein skúlaflokkur í tali hvørt ár, øll tey føroysku børnini, sum ikki sluppu at verða fødd!

Við so stórum tølum mugu nógvar familjur og nógvir føroyingar vera rakt av fosturtøkunum.

Hetta verður ikki skrivað fyri at ríva sár upp ella stinga til ringar samvitskur. Ikki tí, kann ring samvitska um farnar sorgarleikir forða fyri, at uppaftur fleiri sorgarleikir henda, so man tað vera tað vert. Vit gera í øllum førum ikki nakran skeivleika frægari við at halda á at endurtaka hann ferð eftir ferð!

Fyrigeving fæst
Tað gjørda fær eingin broytt. Tíbetur eru møguleikar fyri at vinna særdum sálum heilsubót. Maria Forrestal og Hilda Viderø gera stórt arbeiði millum teirra, sum stríðast við sorg og angur um fosturtøku.

Tað er ein týðandi partur av kristindóminum, at fyrigeving fæst fyri synd og skeivar gerðir, og Gud havi lov fyri tað! Annars var eingin vón um nakran av okkum.

Tað er eisini partur av kristindóminum, at lívið er heilagt og gudgivið.

Erla Berghamar

VP – 3. februar 2016



Les meira um uppskotið og um ungdómsting HAR


Les aftursvarið hjá FPV HAR


Onnur tíðindi