Eitt páskaundur

Susan Tollefsen og maður hennara hava leingi roynt at gerast foreldur við hjálp av kunstigari fruktan, men stríðið bar ikki frukt – hildu tey.

Harafturímóti var kvinnan sera bangin, tá hon varð send til skanning, við hørðu boðunum frá læknanum um, at hon møguliga hevði kreft. Ímeðan hon lá á bríkini og stúrdi fyri úrslitinum, fekk hon eini óvæntaði boð:

“Tillukku, tú ert við barn”.

Tað vísti seg, at kvinnan var komin langt við barn og avgjørt varð, at hon skuldi eiga við keisaraskurði.

Nú hevur hon átt eina vælskapta dóttir, sum hon sambært Daily Mail kallar eitt páskaundur.

Kelda: www.123.fo

Onnur tíðindi