Eintáttað rágeving til barnakonur

Tá ein kvinna í sambandi við fosturkanning fær at vita, at hon ber eitt brekað barn, eigur hon rætt til eina fjølbroytta ráðgeving. Hon skal bæði upplýsast um, hvørja tilveru barnið kann væntast at fáa og um møguleikan fyri seinari fosturtøku.

Men tað vísir seg, at danskar kvinnur kenna seg illa upplýstar og fáa bert at vita, at tær skulu royna at gerast við barn av nýggjum, sigur umboð fyri LEV í Danmark. Tær siga, at læknarnir eru kaldir og kyniskir.

Fleiri og fleiri venda sær til felagsskapin LEV, tí tær kendu seg kroystar til at velja eitt barn frá, sum tær fingu at vita bar brek. Tær kendu seg kroystar, tí avgerðin skuldi takast skjótt, og aftaná koma tankarnir bóltandi.

Ikki fyrrenn aftaná fáa tær stundir til at leita sær upplýsingar um sjúkuna. Fleiri av teimum høvdu ikki tikið fosturtøku, høvdu tær bara havt meira vitan um sjúkuna, sigur ein jarðamóðir og ráðgevi hjá Landsforeningen til støtte ved Spædbarnsdød

Felagsskapurin hevur gjørt ein bókling, sum er sendur sjúkrahúsunum.Tey vóna, at kvinnur við barn, sum fáa at vita, at barn teirra ber brek, fáa tilfar um sjúkuna hjá barninum, áðrenn tær taka avgerðina um fosturtøku. Á tann hátt vita tær betur hvat tað er, tær gera.

Kelda: Kristeligt Dagblad

Onnur tíðindi