Eg hevði rætt til lívið!

“Eg eri so sera takksamur fyri, at kvinnan, sum bar meg, valdi at fylgja lógini, hóast hon ikki kendi seg føra fyri at hava meg hjá sær, men gjørdi sína skyldu og tók avleiðingarnar av at vera menniskja, og læt meg koma inn í hesa verð.

Tað takki eg henni fyri. Men eg takki eisini fyri, at menniskju gjørdu lógir, sum vardu meg, tann ófødda, so eg varð føddur. Eg takki eisini fyri kærleikan, foreldur míni høvdu, at taka meg til sín, hóast tey ikki fingu meg, sum natúrligt er. Tey ættleiddu meg, og vit gjørdust ein familja. Foreldur og barn. Eisini hetta gjørdi lógin okkum øllum møguligt. Lógirnar vardu okkum!”

Les meira higar:  Eg hevði rætt til lívið! – Heri Kjærbo – Trúboðin, 28. juni 2019

Onnur tíðindi