Eftirlýsa ætlan fyri færri fosturtøkum

Frá 2000 til 2007 framdi Fólkatingið tvær virkisætlanir, sum skuldu minka um talið á fosturtøkum í Danmark. Høvuðsarbeiðið lá í øktari upplýsing og ráðgeving av barnakonum. Men síðani ársskiftið hevur eingin játtan verið til at halda fram við virksiætlanini.

Tað er ein trupulleiki, at stjórnin letur eitt so umráðandi langtíðar átak detta burtur. Tað vísir seg nú, at talið á fosturtøkum, millum tær ungu og sosialt veiku kvinnurnar í Danmark, aftur er vaksandi. Tí er tað ein trupulleiki, at vit ikki longur hava eina virkisætlan, sigur Mads Roke Clausen frá Mødrehjælpen.

Les meira hjá Kristeligt Dagblad

Onnur tíðindi