Aftur

Danska fosturtøkumarkið verður 18 vikur
Tilmæli frá etiska ráðnum
Í september í 2023 mældu 9 útav 17 limum í danska etiska ráðnum Fólkatinginum til at gera lógaruppskot til at broyta fría fosturtøkumarkið frá 12 vikum til 18 vikur.
Endamálið við lógarbroytingini var serliga, styrkja sjálvsavgerðarrættin hjá kvinnum, tí tær hava møguleika at skilja og taka støðu út frá kanningini í viku 12. Man metir seg taka hædd fyri fostrinum á tann hátt, at 18 vikur er langt upp til 22. viku, tá eitt barn kann yvirliva uttan fyri móðurlívið.
Broytingarnar í nýggju fosturtøkulógini
Fólkatingið hevur samtykt, at fría fosturtøkumarkið verður hækkað frá 12 vikum til 18 vikur.
Serstøku lokalu fosturtøkunevndirnar, sum man áður hevur hava tikið støðu til seinfosturtøkur (eftir 12. viku) fara samstundis í søguna og ein landsfosturtøkunevnd kemur í staðin.
Ein onnur stór broyting verður, , at 15-17 ára gamlar gentur, kunnu nú fáa fosturtøku uttan samtykki frá foreldrum sínum
Grundgevingar fyri broytingunum
Danski innanríkis- og heilaráðharranum, Sophie Løhde hevur víst á, at tað heilsufakliga er einki at vísa á til fyri núverandi vikumark. At vitan á økinum vísir, at tað er trygt at hækka markið uttan at vænta fleiri fosturtøkur.
Galdandi frá 1. juni 2025
Broytta fosturtøkumarkið á 18 vikur og nýggju reglarnar, verðua sett í gildi við broyting í donsku heilsulógini.
Eftir samtykt í Fólkatinginum á vári í 2024, koma broytingarnar í gildi 1. juni 2025.
Norðurlond
Noreg viðtók eisini áðrenn ársenda í 2024 at broyta sína fosturtøkulóg, markið fyri fríari fosturtøku verður broytt frá 12 vikum til 18 vikur.
Eitt greitt fleirtal var fyri nýggju fosturtøkulógini. Norski heilsu- og umsorganarmálaráðharrin, Jan Christian Vestre, sigur, at lógabroytingin styrkir kvinnurættin til sjálvsavgerðarætt til fosturtøku..
Svøríki hevur loyvt fríari fosturtøku framm til 18 vikur síðani 1975. Ísland hevur loyvt fríari fosturtøku framm til 22 vikur síðani 2019
Framtíðin?
Provita stuðlar ikki fríari fosturtøku og er av tí greiðu sannføring, at fostrið í móðurlívið sjálvsagt hevur sama virði um tað er í 12 ella 18 viku. Vit meta tað vera eina syrgiliga, og sera álvarsama skeiva gongd, at fosturtøkumark verða hækkað, tí tað signalerar eina dehumanisering av ófødda barninum. Tað verður ikki tikið við atlitini. Provita ynskir, at man altíð hugsar um bæði: mammuna og ófødda barnið.
Rákið fyri selektiónssamfelag (fosturtøkur grundaðar á 12. vikur skanningar fyri sjúkur/brek) er avgjørt nakað, ið vit sum samfelag mugu gera upp við okkum í Føroyum, um vit vilja líkjast Danmark ella øðrum norðanlondum.
Tað er vælkent, at fleiri brek, m.a. Down’s syndrom er meira ella minni burturbeind í londum s.s. Íslandi, har næstan 100% av kvinnum taka fosturtøku um tað sæst á fosturdiagnostistikinum.
Tað er sera týdningamikið, at vit í Føroyum er áhaldand á varðhaldi og verja rættin til lív. Tað eru sterkar kreftir kring okkum, sum hava størri ávirkan, enn vit møguliga geva okkum fær um. Hevði tú viljað, at tín 15 ára gamla dóttir fekk eina fosturtøku uttan, at tú visti av nøkrum?