Danir velja gullklumparnar frá

Nýggj tøl vísa, at Danmark er landið, har fægst børn verða fødd við Downs syndromi.

Í 2008 vórðu bert 21 børn við Downs fødd í Danmark
Tølini stava frá fyribils uppgerð frá Dansk Cytogenetisk Centralregister. Hesi lágu tøl geva Danmark altjóða serstøðu, tí onga aðrastaðni í heiminum verða so fá børn fødd við Downs syndromi.

Orsøkin er ikki, at Danmark hevur funnið nakra viðgerð fyri hetta, men hon er beinleiðis at finna í, at allar danskar barnakonur, síðan 2004, hava fingið í boðið eina fosturkanning. Í 2007 høvdu 92 prosent av kvinnunum tikið av tilboðnum

Professari á Ríkissjúkrahúsinum, Ann Tabor, fegnast um úrslitið, sum sambært henni er úrslit av eini sera vælvirkandi skipan, sum onnur lond ikki hava at vísa á.

Men tað eru ikki øll, sum eru so fegin um hesa gongdina. Millum annað vil næstformaðurin í danska landsfelagnum Downs syndrom, Grete Fält-Hansen, hava eitt orðaskifti í lag, um tað ikki er at órógvast um og stúra fyri, at tað í Danmark verður ført eitt diskriminerandi kjak ímóti medborgarum, bert tí tey hava Downs syndrom.

Nærum allar danska kvinnur velja fosturtøku, um tað vísir seg, at tær ganga við barni við Downs syndromi.

Kelda: Kristeligt Dagblad:

Rekordlavt antal børn fødes med Downs >>

Forældre i andre lande beholder børn med Downs >>

Lægen pressede på for undersøgelse for kromosomfejl >>

Onnur tíðindi