– “Týsdagin 29. januar 2019 føddi Guðri eineggjaðar tvíburðar. Eva Vón og Ester Lív sóu dagsins ljós. Tað var ein trupul barnsburður, tí í seytjandu viku, varð staðfest, at alt ikki var, sum tað átti at vera. Tey fingu tá valið ímillum at taka fostrið, sum var ringast fyri, úr móðurlívi, at taka bæði fostrini, ella als onki at gera og bara bíða.
Tey valdu onki at gera, og litu á, at tey vóru í tryggum og góðum hondum. At biðin bøn verjir og styrkir…”
Lurta her: Credo: Eva Vón og Ester Lív (40.min)