Provita Ráðstevna 27-28. apríl um Mannavirði og Avleiðingar av fosturtøku

VÆLKOMIN Á RÁÐSTEVNU 27.-28. APRÍL Í ØSTRØM Í HAVN

Ráðstevnan verður hildin báðar dagarnar frá klokkan 10 til 15, við fyrilestrum og samrøðum um tey veruliga burturtagdu í fosturtøkuspurnginum, nevniliga “mannavirði” (nær menniskja er eitt menniskja) og “avleiðingar av fosturtøku”.

Ráðstevnan verður á høgum fakligum og verkligum støði við vælútbúnum og royndum fyrilestrahaldarum úr Danmark, Norra og Stóra Bretlandi. Høvi verður eisini at seta spurningar á ráðstevnuni.

SKRÁ:

* Dagførd 23-04-2018

Fríggjadagin 27. apríl:

10.00 Vælkoma og setan

10.15 Fyrilestur við John Smeaton: “Hví fosturtøka ikki skuldi verið loyvd í Føroyum”

11.15 Kaffi

11.30 Fyrilestur við Sølvi Marie Risøy við støði í hennara PhD ritgerð: “Hvørjar upplivingar hava kvinnur, tá ið frávik verða staðfest hjá fostrinum og støða skal takast til úrveljandi  (selektiva) fosturtøku?

12.30 Ábit

13.15 Fyrilestur við Clarie Bremner: “Hvørja hjálp kunnu tey fáa, ið líða av seinárini av fosturtøku?”  *

14.00 Kaffi – Samanumtøka og samrøða

15.00 Endi

Leygardagin 28. apríl:

10.00 Vælkoma

10:15 Fyrilestur við Peter Øhrstrøm: “Samspælið millum lívsáskoðan og etiska grundgeving”

11.15 Kaffi og spurningar

11.30 Fyrilestur við Emmet Dooley (serliga ætlaður ungdómi): “Hvussu vinna hjarta og sinni gjøgnum samrøðu við ein í senn?”

12.30 Ábit

13.15 Fyrilestur við Ludvig Nessa: “Nær verður eitt menniskja eitt menniskja? Um avleiðingarnar av fosturtøku”  *

14.00 Kaffi – Samanumtøka og samrøða

15.00 Endi

 

Broytingar kunnu koma fyri í skránni

 

Tak Provitablaðið niður her>