Lógarbroyting og fosturtöka í USA

Mynd frá: https://www.frc.org/prolifemaps – kort yvir ymsu lógirnar í statunum. Tað grönasta verjir ófödda barnið mest, sí fulla frágreiðing við at fylgja leinkjuni.

Fyri nökrum dögum síðani, 24. juni 2022, hendi ein stór broyting í fosturtökulógini í USA, tá ið hægstirættur kolldömdi eina avgerð frá 1973. Síðani hevur kjakið um fosturtöku í heiminum og í Föroyum verið á gosi.

Men hvat akkurát var tað sum hendi og hvat merkir broytingin?

USA hevur eina öðrvísi lógarskipan, enn vit hava her í Föroyum, og tí kann tað vera trupult at skilja akkurát hvat henda avgerðin merkir. Henda greinin fer fyrst at greiða frá lógar- og rættarskipanini í USA og síðani koma eitt sindur inn á söguna aftanfyri fosturtökulógina, sum vanliga verður kallað Roe v Wade. Um tú bert vilt lesa um stöðuna í dag, kanst tú leypa niður til brotið “Stöðan í USA í dag”.

Rættarskipanin í USA

USA er eitt samveldisríki samansett av 52 statum. Summar lógir eru galdandi fyri alt ríkið (t.d. grundlógin), men nógv er avgjört av stjórnini í hvörjum stati, soleiðis at lógin ikki er tann sama allastaðni í landinum.

Í Föroyum hava vit eina borgarliga rættarskipan (civil law), sum merkir at okkara lógir verða skrivaðar og atkvöddar um av politikkarum. Í USA hava tey hetta slagið av lóg, t.d. grundlógina, men havi umframt tað siðvenjulóg (common law).

Siðvenjulóg, er lóg sum kemur frá öllum avgerðum, sum verða tiknar í rættinum. Í USA er tað soleiðis, at tá ið ein sak er í rættinum tekum dómarin eina avgerð og gevur eina skrivliga frágreiðing um dómin út, har ið greitt verður frá avgerðini og grundgevingunum aftanfyri. Henda skrivliga frágreiðing telur síðani sum lóg framyvir og vanligt er at halda seg til hesa avgerðina, um ein líknandi sak kemur í rættin seinni.

Um tú ert ónögdur við eina avgerð ber til at klaga til ein hægri rætt, tí avgerðin hjá einum hægri rætti telur meir enn avgerðin hjá einum lægri rætti. Ovastur av öllum er hægstirætturin í USA.

Roe v Wade

Í 1969 bleiv Norma McCorvey við barn fyri triðju ferð. Hon var stök, illa fyri fíggjarliga og hevði mist foreldramyndugleikan av hinum báðum börnunum, ið hon hevði borið í heim. Hon visti ikki, hvat hon nú skuldi gera, men onkur skeyt henni fosturtöku upp. Hon búði tó í statinum Texas, har fosturtöka ikki var loyvd og bleiv tí sett í samband við tveir sakförarar, ið itu Linda Coffee og Sarah Weddington. Tær báðar vóru longu tá í ferð við at fyrireika ein sak, har tær ákærdu Texas fyri at hava eina fosturtökulóg, ið var í stríð við grundlógina. Tær manglaðu bara eina barnakonu, hvörs sögu tær kundu brúka, og hvörs vegna tær kundu saksökja Texas: hendan barnakona bleiv Norma, tó undir dulnevninum Jane Roe. Táverandi sakförarin hjá Texas æt Henry Wade, og tí bleiv málið kent sum Roe v Wade, har v stendur fyri versus, sum merkir ímóti.

Norma McCorvey hevur seinni sagt, at hon ikki skilti, hvat ein fosturtöka var, og at hon angraði, at hon játtaði at vera partur av sakini. Hon royndi seinni í lívinum at fáa rættin at broyta lógina aftur.

Hægstirættur í USA avgjördi í januar í 1973 at fosturtöka er ein rættur staðfestur í grundlógini undir rættinum til “privatlív” og rættinum at velja um man vil hava börn. Avgerðin hevði trý punkt:

  1. Í fyrsta trimestri (umleið 12 til 14 vikur av viðgongutíðini) skuldi fosturtöka vera loyvd. Mamman tók avgerðina í samráð við læknan.
  2. Frá endanum á fyrsta trimestri og upp til at barnið verður mett at kunnað yvirlivað um tað var fött, t.e. til barnið er lívfört, hövdu statirnir rætt til at verja heilsuna hjá mammuni við “rímiligum” avmarkingum.
  3. Frá at barnið er lívfört (í 1973 mett at vera um 28 vikur) kunnu statirnir, um teir ynskja, banna ella avmarka fosturtöku, uttan tá ið tað stendur um lív hjá mammuni.

Hóast Norma “vann” sakina, fekk hon ongantíð eina fosturtöku, tí hon hevði átt eina dóttur, trý ár áðrenn rætturin tók hesa avgerðina. Triðja dótturin bleiv eisini givin burtur til ættleiðing og livir enn í dag.

Fosturtöka kemur aftur í rættin

Í 1992 kom fosturtökulógin aftur í hægstarætt í USA, men tá hendi eingin stórvegis broyting á lógina. Nú varð lógin simplari og segði, at áðrenn barnið var lívfört “hevur kvinnan rætt til at fáa eina fosturtöku uttan óneyðuga uppílegging frá statinum.”

Síðani gingu næstan 30 ár áðrenn fosturtökumálið kom aftur í hægstarættin. Hesuferð var tað í samband við eina lóg, sum staturin Mississippi samtykti í 2018. Lógin loyvdi ikki fosturtöku eftir 15 vikum av viðgongutíð, uttan so tað stendur um lív, ella barnið verður mett til ikki at kunna yvirliva uttanfyri móðurlív, sjálvt um öll læknalig hjálp verður veitt. Lógin legði dent á, at vit í dag vita meir enn nakrantíð fyrr, um hvussu skjótt barnið mennist í móðurlívi og nevnir ymiskt sum hendir í fyrsta trimestri. Lógin nevnir eisini, at aftaná 12 vikur er barnið í allar mátar “skapað sum eitt menniskja” við fingrum, eygum, gögnum o.s.fr..

Dagin eftir at lógin varð samtykt, saksökti Jackson Women’s Health Organization (ein fosturtökuveitari) statin Mississippi, tí teir hildu ikki lógina vera í samráð við amerikonsku grundlógina. Sakin endaði í hægstarætti og 24. juni 2022 varð avgjört, at lógin hjá Mississippi var ikki í stríð við grundlógina, tí fosturtöka var ikki ein grundlógartryggjaðar rættur. Fosturtöka er ongantíð beinleiðis nevnd í grundlógini, og hægstirættur skrivar í síni avgerð, at rætturin til frælsi ikki kann tulkast at merkja “rættur til fosturtöku”, tá ið fosturtöka í stóran mun var revsiverd í tíðini, tá ið grundlógin (við rættingum) varð skrivað. Í avgerðini kölldömdi hægstirætturin eisini Roe v Wade avgerðina frá 1973 og Casey avgerðina frá 1992.

Stöðan í USA í dag

Avgerðin hjá hægstarætti 24. juni 2022 bannaði ikki fosturtöku í USA. Síðani Roe v Wade avgerðina í 1973 hevur verið soleiðis, at landið setti kröv um hvussu fosturtökulógin skuldi vera í öllum statunum, hóast tey í statinum ikki ynsktu fosturtöku. Nú er tað fari útaftur til statirnar, sum merkir, at teir fólkavaldu politikkararnir kunnu samtykkja lógir, sum samsvara við tað, sum borgararnir halda. Alt eftir hvörjum stati tú ert í, er fosturtöka nú frí upp til föðing ella bert loyvd fyri at bjarga lívinum á mammuni. Tær ymsu lógirnar eru ikki samdar um, hvat málið snýr seg um, tí summar kallað lívið í móðurlívi eitt “ófött barn”, meðan aðrar kallað tað “eitt potentielt lív” ella bara nevna “graviditetin” hjá kvinnuni. Grundleggjandi ósemjan virkar til at vera um, hvat hetta lívið í móðurlívi er, og nær tað er ein persónur ella menniskja við öllum rættindum, sum hoyra hartil.

Hvat er ein persónur?

Í næstan 50 ár, hevur fosturtöka verið sæð í USA sum ein grundlógarrættur. Ein av reglunum, sum varð nýtt til at verja fosturtöku var hendan úr 14. rætting á grundlógina:

“…nor shall any State deprive any person of life, liberty, or property, without due process of law.”

Á föroyskum:

“..heldur ikki skal nakar statur ræna lív, frælsi ella ogn frá einum persóni uttan rættvísa dómsviðgerð.”

Men kann henda reglan ikki lættliga tulkast sum at fosturtöka ikki skal vera loyvd, tí allir persónar hava rætt til lív? Einasti mátin, vit kunnu verja fría fosturtöku ella fosturtöku yvirhövur útfrá hasum setninginum, er um barnið í móðurlívi ikki er ein “persónur”.

So er spurningurin jú: hvat er ein persónur? Hvat er ein persónur um öll menniskju ikki eru persónar? Vit eru allarhelst öll samd um, at öll nýfödd börn eru persónar, hava treytaleyst virði og hava rætt til lív. Men um hetta ikki er galdandi frá gitnaði, so mugu vit duga at svara uppá hvat knappliga ger ein til ein persón. Er ein ávísur aldur ella eginleiki, ið ger okkum nóg lík vaksnum til at geva okkum rætt til lív? Og um so er, hvör er hesin eginleikin og hvör er hesin aldurin?

 

 

Ynskir tú at vita meira um Pro Vita ella stuðla virksemi okkara, ert tú vælkomin at vitja heimasíðu okkara: provita.fo

Skrivað hevur: Björk Tyril Sadembou

 

Keldur:

Uppgáva um lívið hjá Normu McCorvey: https://digitalcommons.slc.edu/cgi/viewcontent.cgi?article=1033&context=womenshistory_etd

Frágreiðing frá Normu, 2000: https://www.epm.org/resources/2000/Mar/2/truth-about-roe-v-wade-according-jane-roe-norma-mc/

https://opinionfront.com/common-law-vs-civil-law

Roe v Wade avgerðin, 1973: https://law.uoregon.edu/sites/law2.uoregon.edu/files/faculty/law%20bios%20files/law-mpeccol-e564.pdf

Casey avgerðin, 1992: https://supreme.justia.com/cases/federal/us/505/833/

Mississippi Gestational Act, 2018: https://law.justia.com/codes/mississippi/2018/title-41/chapter-41/gestational-age-act/section-41-41-191/

Dobbs avgerðin, 2022: https://www.scribd.com/document/579589630/The-Daily-Wire-Dobbs-State-Health-Officer-of-the-Mississippi-Department-of-Health-Et-Al-v-Jackson-Women-s-Health-Organization-Et-Al

Núverandi lóg: https://www.guttmacher.org/state-policy/explore/state-policies-later-abortions

Mynd: https://www.frc.org/prolifemaps

Nýggj fosturtöku tilmæli frá WHO

Fyri góðum mánaði síðan kom Altjóða Heilsustovnurin (WHO) út við nýggjum tilmælum um fosturtöku. WHO er ein undirfelagsskapur hjá ST, sum varð stovnaður í 1948 við tí endamáli “at öll fólk skulu fáa so góða heilsu sum gjörligt”.

Frammaliga í 210-síðu langa bóklinginum frá WHO stendur, at tilmælini eru fyrst og fremst ætlað myndugleikum og politikarum, men eisini fosturtökuveitarum. Tey flestu tilmælini snúgva seg um fosturtökuhættir og líknandi, men í hesi greinini verður hugt nærri eftir trimum lógaruppskotum úr bóklinginum.

Lógaruppskotini/tilmælini eru:
1. At fosturtöka ikki skal vera eitt revsivert misbrot.
2. At fosturtöka skal vera loyvd í allari viðgongutíðini undir öllum umstöðum – einasta kravið skal vera at mamman ynskir tað.
3. At heilsustarvsfólk ikki kunnu nokta at taka lut í eini fosturtöku av samvitskuorsökum, um hetta á nakran hátt forðar eini kvinnu í at fáa fosturtöku.

WHO sigur, at um tilmælini ikki vera fylgd, so kann hetta hava “keðiligar fylgjur” sum t.d., at fleiri börn vera född, tí at færri fosturtökur verða framdar. Harafturat siga teir, at tað er púra trygt (fyri mammuna) at taka fostrið, líkamikið hvussu langt hon er komin í viðgongutíðini.

Í bóklinginum stendur, at tilmælini virða öll mannarættindi. T.d. verja tilmælini rættin til lív, tí tá ið vit ikki hava fría fosturtöku “kunnu vit noyða kvinnur at fáa sær ólógligar og vandamiklar fosturtökur” og seta lív teirra í vága.
Bóklingurin sigur seg eisini virða sáttmálan um rættindi hjá börnum (16.01.1992). Hetta er áhugavert, tí at fostrið ella barnið í móðurlívi er ongantíð nevnt í bóklinginum – tó er tað umtalað sum “vevnaður” minst einaferð.
Í ST-sáttmálanum um rættindi hjá börnum stendur m.a.:

Grein 6
Luttakaralondini viðurkenna, at øll børn hava ein natúrligan rætt til lívið.

Grein 1
Í hesum sáttmála er eitt barn at skilja sum eitt og hvørt menniskja yngri enn 18 ár, uttan so at barnið gerst myndigt fyrr sambært teirri lóg, sum er galdandi fyri barnið.

Spurningurin er so, hvussu fylgir bóklingurin hesum sáttmálanum? Tað er týðiligt, at einasti mátin tilmælini frá WHO kunnu tulkast til at virða rættindi hjá börnum og rættin til lív, er um barnið í móðurlívi ikki verður roknað sum eitt barn ella sum eitt menniskja yvirhövur.

Men hvat er tað sum knappliga ger okkum til menniskju? Er tað ein ávísur aldur? Um so, hvör aldur?
Eitt barn fött í USA í viku 21 yvirlivdi við nógvari hjálp frá serfröðingum, men í t.d. Íslandi er frí fösturtöka til og við viku 22.
Liggur virðið okkara í, um vit eru ynskt ella óynskt? Hvat serligt hendir, tá ið vit verða född, sum ger, at vit hava rætt til lív, hóast mamma okkara ikki ynskir okkum longur?

Í 2021 metti WHO at 73 mió. fosturtökur verða framdar um árið. Teir meta, at tað eru 3 fosturtökur fyri hvörji 10 fostur, sum eru gitin í móðurlívi.

Tað eru fleiri kanningar gjördar um hví kvinnur velja fosturtöku. Í eini kanning frá Guttmacher í 2005 vórðu 1209 kvinnur spurdar, um hví tær valdu fosturtöku. Fyrst kundu tær nevna fleiri orsökir, og tá sögdu 73% at tær ikki hövdu ráð til barnið, 48% at tær hövdu trupulleikar við pápanum og 74% at tær ikki hildu seg megna at taka sær av arbeiði, skúla, ella öðrum börnum, um tær fingu eitt barn afturat. Tá ið tær vórðu spurdar um hövuðsorsökina, sögdu tær allarflestu, at tær ikki földu seg klárar ella nóg væl fyri fíggjarliga at taka sær av einum barni. Einans 7% valdu fosturtöku vegna egna heilsu ella tí fostrið bar brek og 0,5% í samband við neyðtöku.

Í eini danskari kanning um fosturtöku frá 2003, har 1326 kvinnur vóru við var vanligasta orsök til fösturtöku aftur, at tær “ikki hövdu ráð til eitt barn beint nú” ella at teirra “sosiala stöða var ov óstabil”.

Er tað ikki eitt sindur óvæntað at fíggjarligu umstöðurnar skulu vera vanligasta orsök til fosturtöku í einum vælferðarsamfelagi sum okkara? Vilja vit ikki heldur liva í einum samfelag har eingin fölir seg noydda at velja fosturtöku tí tær ikki síggja aðrar möguleikar?
Burdu vit ikki verið raskari at tikið okkum av kvinnum og mammum í okkara landi, soleiðis at eingin fölir seg noydda at velja barnið hjá sær frá?
Her í Föroyum hava vit hjálparfelagskapin Mammuhjálpina, sum arbeiðir við at loysa júst henda trupulleikan. Mammuhjálpin kann m.a. veita praktiska hjálp, ráðgeving í almennum viðurskiftum og klæðir og útgerð til börn.

Endamálsorðingin hjá Mammuhjálpini er:

Vit vilja virka fyri, at ongin kvinna í Føroyum skal føla seg noydda at velja fosturtøku vegna vantandi hjálp. Vit ynskja somuleiðis, at allar mammur og familjur skulu vita, at tær kunnu venda sær til okkum, um tær hava tørv á ráðgeving og hjálp.

Fyri líka at venda aftur til altjóða viðurskifti, so stendur í ST-sáttmálanum um rættindi hjá börnum, at barnsins törvur eigur at setast fremst í samfelagsmálum. Tí var tað skuffandi og ræðandi at lesa hvussu WHO í sínum tilmælum ongantíð hugsaði um barnið í móðurlívi ella viðurkendi tað sum menniskja yvirhövur.

Börn okkara eru framtíðin og eru týdningarmesta tilfeingið eitt land hevur.
Tað er kanska ikki altíð at besta loysnin fyri barnið er besta loysnin fyri mammuna. Men tað er týdningarmikið, at vit hugsa um báðar partar, eisini tá ið tað er trupult. Fosturtöka er jú ikki einasti mátin at loysa trupulleikan hjá eini barnakonu, ið ikki hevur ráð ella umstöður til eitt barn.

Ynskir tú at vita meira um Pro Vita ella Mammuhjálpina ella stuðla virksemi okkara, ert tú vælkomin at vitja heimasíður okkara: provita.fo og mammuhjalpin.fo

 

 

 

Keldur:

Fosturtöku tilmæli frá WHO: https://apps.who.int/iris/bitstream/handle/10665/349316/9789240039483-eng.pdf?sequence=1&isAllowed=y

Hagtöl um fosturtöku: https://www.who.int/news-room/fact-sheets/detail/abortion

“Keðiligar fylgjur”: https://cdn.who.int/media/docs/default-source/reproductive-health/abortion/supplementary-material-1.pdf?sfvrsn=5bc94f18_7

Föddur, 21 vikur: https://www.uab.edu/news/health/item/12427-uab-hospital-delivers-record-breaking-premature-baby

Kanning úr USA 2005: https://www.guttmacher.org/sites/default/files/pdfs/journals/3711005.pdf

Donsk kanning 2003: https://www.yumpu.com/da/document/read/19793342/nar-der-ikke-er-noget-tredje-valg-sundhedsstyrelsen/27

ST-sáttmálin um barnarættindi: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/7681/sáttmálin-á-føroyskum.pdf

 

Skrivað: Björk Tyril Sadembou

Abort som nødhjælp?

Læger uden Grænser har gjort abort til en del af sin nødhjælp og svigter dermed sin egen vision. Dette har et af organisationens danske medlemmer forsøgt at tage et opgør med!

Af Paul Amberg, læge

Udgangspunktet var godt

Médecins sans Frontières (MSF), på dansk Læger uden Grænser, blev grundlagt i 1971 af en gruppe læger og journalister, der var frustrerede over den utilstrækkelige hjælp, der blev givet under den store sultkatastrofe i Biafra. (1)

Læger uden Grænser har i tidens løb vundet bred anerkendelse for sin måde at realisere sin dobbelte målsætning om at bringe medicinsk hjælp til de mest udsatte mennesker uanset årsag eller ydre omstændigheder og at dokumentere uhyggelige forbrydelser mod befolkninger eller politisk, militært misbrug af humanitært arbejde. De har vist ualmindelig udholdenhed i krigszoner, og de har bevist, at man godt kan udføre omfattende hjælpearbejde, inklusiv forskning, med blot 18 % af budgettet afsat til administration.

I 1999 modtog organisationen Nobels Fredspris for sit ”humanitære pionerarbejde”.
Hvad er det, der har været MSF’s styrke? Hvad er det, der har virket tiltrækkende på de mange læger og andet personale, så de selv har ønsket at bidrage til MSF´s virksomhed, også selvom det kunne indebære risici? Nogle af svarene finder vi i MSF´s omdømme som en handlekraftig, videnskabelig, etisk velfunderet, modig og selvstændig international, medicinsk hjælpeorganisation. MSF´s Charter (grundlæggende hensigtserklæring, red.) omfatter følgende principper: upartiskhed/neutralitet, uafhængighed, universel medicinsk etik, ret til at yde humanitær hjælp til befolkninger ramt af naturlige eller menneskeskabte katastrofer. Til disse føjer sig: vidnesbyrd, transparens og ansvarlighed. Som arbejdende medlem i krigszoner og naturkatastrofer tager man også en personlig risiko.

Da aborten blev indført som en del af hjælpen

I begyndelsen af 2000-tallet fremsatte nogle pro-abort medlemmer krav om at føje abort til MFS’s medicinske ydelser. Dette blev stemt igennem i 2004, men fik ikke gennemslagskraft i det følgende årti.
I erkendelse af at det nok ikke ville blive taget godt imod at påtvinge organisationens medlemmer at ”skrue op for” aborterne, valgte man en mere psykologisk tilgang. Først skulle de sandsynlige årsager, til hvorfor det gik så trægt med at få gang i ’abort-virksomheden’, afdækkes.

I 2015 stod konklusionerne fra den interne undersøgelse klar. Man kunne pege på flere komponenter i, hvad der blev omtalt som “den interne modstand”. Med analysen i hånden tog MSF’s nyetablerede “Task Force” (arbejdsgruppe) kontakt med Ipas (2), der fik 40.000 USD for at tilpasse sit eget påvirkningsprogram (VCAT) til MSF’s behov.

EVA var født: Exploring Values and Attitudes. Metoden går ud på, at man i workshops/studiegrupper får deltagere til at reflektere over sine personlige holdninger til og evt. erfaringer med abort og så se det i lyset af den fare for medicinske komplikationer, som abortsøgende kvinder udsættes for, hvis aborten foretages under kummerlige forhold. Dette underbygges af pædagogisk tilrettelagt statistik over, hvad man anser for en indlysende sammenhæng mellem graden af tilgængelighed for (lovlig) abort og mødredødelighed. Budskabet “belastes” ikke med nuancering omkring data-usikkerhed. Der præsenteres derfor ikke oversigt over de overlappende intervaller for statistisk usikkerhed. Ej heller tales der om foreliggende modstridende, internationale erfaringer til tesen.

Abortindgrebet præsenteres som legende let at udføre med nutidens håndsuger (kirurgisk metode)
eller medicin (medicinsk metode), og det påstås, at der er færre komplikationer end ved simpel luftvejs-infektion.

Intern modstand mod abort bearbejdes målrettet

Gruppelederne ved EVA sessionerne er trænet i at “facilitere”(læs: manipulere) de ønskede abort-fremmende konklusioner ved at gøre brug af nøje tilrettelagte spørgsmål og rolleøvelser, der udstiller de (på overfladen) modstridende personlige værdier, der altid vil kunne graves frem hos deltagerne. Man udnytter gruppedynamikken til at skubbe abort-skeptiske deltagere i retning af accept, eller i det mindste en større grad af passivitet. I forbindelse med undervisningen af EVA-mødeledere/aktivister understreges betydningen af nøje at styre/kontrollere sprogbrugen.

Det understreges kategorisk, at en afbrydelse af et svangerskab ikke er det samme som at tage et liv. Abort omtales helst “ToP” (Termination of Pregnancy/afbrydelse af svangerskab), hvilket vurderes til at være mindre emotionelt ladet end ordet abort. Der tales om “sikker” kontra “usikker” abort. Et ofte brugt slogan er: “En sikker ToP, udført af MSF, er forebyggelse af en usikker abort”. Perspektivet er her totalt afgrænset til fysiske komplikationer hos kvinden. Der sættes ikke ét ord på den uundgåelige sønderrivning og udstødning af barnet eller de psykologiske komplikationer for mor, far, søskende eller de sociokulturelle effekter.

Abort som tredje vigtigste prioritet

Der blev i de følgende år produceret forskelligt informationsmateriale, som blev distribueret i interne sammenhænge, og der blev opmuntret til lokal aktivisme. Mellem 2016 og 2018 gennemførtes 130 påvirknings-sessioner, fordelt over 25 lande; 2300 medlemmer gennemgik programmet. Man mener, at der er grund til en vis “optimisme”, da aborttallet stiger, men Task Force gruppen er dog ikke tilfreds endnu. Abort-entusiasterne ville gerne i nærheden af 100.000 aborter årligt for at komme mere i niveau med deres beregninger af ”behovet”. I 2018 presser aktivisterne derfor på for at få abort-spørgsmålet højere op på organisationens internationale prioriteringsliste. Ved afstemningen i den internationale forsamling afgøres enstemmigt, at abort skal placeres på den tredje vigtigste plads!

Abort bliver i dag tilbudt ved mange af MSF´s klinikker til enhver kvinde/par, der beder om abort, uden krav om begrundelse. Fx. tilbydes medicinsk abort helt op til 16 ugers graviditet (3), hvor kvinden kan få pillerne med hjem og en sort plastikpose sammen med det ”empatiske” råd: ikke at kigge på ”graviditetsproduktet”, men blot grave det ned et passende sted.

En centralt placeret person i MSF’s internationale afdeling delte på et møde om aborttemaet i Bruxelles sin ”drøm” om, at der på hver MSF-klinik skulle stå et krus med kondomer og et andet med misoprostol (et abortudløsende middel) til fri benyttelse for enhver. Der hørtes ingen protester. Officielt fra MSF’ side forholder man sig ”neutralt” til abort.

En ensom modreaktion – et ændringsforslag

Da jeg mener, at ”fri” abort er helt i strid med MSF’s Charter og tilhørende, uddybende dokumenter (Chantilly og La Mancha) og dermed undergraver fundamentet for organisationens oprindelige inspiration og troværdighed, valgte jeg at råbe op og fremsætte et ændringsforslag om en grundlæggende revision af MSF´s abort-politik.

Der blev i ændringsforslaget peget på, at de moralske værdier (dyder), som abort-entusiasterne ofte appellerer til, typisk empati for de udsatte kvinder og respekt for retten til eget valg, udhules og nemt kan misbruges, hvis ikke disse værdiers relation og forbundenhed med andre centrale dyder respekteres. Fx. giver det ikke stor mening at tale om empati med den abortsøgende, hvis man ikke samtidig erkender sit ansvar for at sætte sig ind i personens faktiske livssituation, herunder hvad der står på spil for alle berørte parter i sammenhængen. Ikke mindst udhules denne værdi, hvis man bevidst afviser at overveje, hvordan man kan ivaretage barnets interesse, der jo trues på livet. Derfor stilles MSF-lægen overfor kravet om at tage udgangspunkt i sandheden i større kontekst.
Således kan man ikke tale om ægte empati og respekt, hvis ikke vi er villige til at stå vagt om retfærdigheden, dvs. tage hensyn til kravet om at realisere både individets gode og det fælles gode, dermed også hvad der er til gavn for barnet.

Er loven om de moralske værdiers/dyders indbyrdes forbundenhed og enhed blot en filosofisk betragtning eller er den en objektiv sandhed? Den synes at inspirere enhver forælder, der intuitivt lader sig retledes deraf, fx. i sin kærlighedsfulde opdragelse og vejledning af det grænsesøgende barn. Den synes også at være nødvendig for at forstå det opvoksende barns selvstændige søgen efter at udforske, hvad der er sandt, og hvad der er falskt, hvad der er godt, og hvad der er ondt. Loven peger videre, hen imod en dybere Enhed, som nok er alle børns første intuition.

Der blev som en følge advaret imod, at hvis MSF sætter forbrydelser mod disse centrale sammenhænge i system, stækker man således sig selv moralsk, intellektuelt og underminerer fundamentet for sin troværdighed som etisk og videnskabelig organisation.

Desuden rejser vi i MSF os i kynisk ny-kolonial krigsførelse mod de samme kulturer, som vi selv opsøger under benævnelsen ”humanitær indsats”, ofte i strid mod landets egen lov! Vi underminerer det, som disse kulturer gennem mange generationer har bygget op af grundfast respekt for familie, samhørighed og solidaritet. Det kan vi ikke være bekendt!

Vi skylder derfor vores patienter, men også os selv, at vedkende os, at abort altid er en tragedie, som med alle tænkelige midler må søges undgået. Aborthandlingen afskærer et menneskes liv fra alle de erfaringer og oplevelser, det ville gøre sig, og annullerer den enkeltes unikke bidrag til samfundet. Skaden er endnu større med tanke på, at man afskærer alle de liv, som den person ville være blevet ophav til. Desuden svigter man kvinden/parret ved aktivt at afstå fra at forholde sig til de reelle behov hos den abortsøgende, dvs. den situation, der har fremtvunget denne tragiske beslutning. Yderligere alvorligt brud mod medicinsk etik sker ved, at man som læge svigter sin pligt til at tage også barnets selvstændige ret og behov i betragtning, en person der jo også bør betragtes som ens patient i situationen. I ændringsforslaget påpeges behovet for at udvikle kulturelt tilpassede måder at føre abortsamtaler på, hvor alle disse perspektiver bliver respekteret.

Det konkluderes i ændringsforslaget, at der er meget mere at vinde, både for patienterne, for deres lokale samfund og for organisationen (MSF), hvis man i mødet med de abortsøgende engagerer sig i at søge en løsning, der ville spare kvinden/parret for de omfattende konsekvenser, som enhver abort indebærer.

Negative reaktioner – udtryk for ensretning?

Da ændringsforslaget blev fremlagt ved årets nordiske MSF-generalforsamling, rejste en kvinde sig op og gav udtryk for, at den slags ikke var værdigt for MSF anno 2019 og skulle afvises. Da hun ikke fik medhold af mødelederen, valgte hun demonstrativt at forlade salen, idet hun smilede til sine venner. Det var et ”vink med en vognstang” om, hvordan hun mente, at alle skulle stemme.

Efter min fremstilling sagde en af ordstyrerne undskyldende, at dette var noget, man i MSF af demokratiske grunde måtte tåle at høre fremført. Han plæderede for at sløjfe den sædvanlige tid til debat og gå direkte til afstemning. Der var én i salen, der advarede mod den slags ensretning og roste mig for, at jeg havde vovet at fremsætte dette forslag, vel vidende at der ikke ville være megen stemning for det. En anden deltager takkede for, at jeg havde formået at forvirre ham grundigt, men mente at det handlede om kvindens ret til selv at vælge. En prominent kollega læste højt fra Charteret, hvor der står, at vi som medlemmer ikke skulle lade os påvirke af nogen politiske, økonomiske eller religiøse kræfter og antydede, at ændringsforslaget var religiøst motiveret. Jeg svarede, at der nok ikke sad én person i salen, som ikke havde en forudfattet holdning, og at det vigtigste måske var, at vi alle var parate til fuld åbenhed.

Afstemningen gennemførtes med resultatet 1 for, 163 imod i ændringsforslagets disfavør.

I processen op til generalforsamlingen var der én, der gik i seriøs, saglig dialog, men krævede at det skulle ske privat. Udover det var al kommunikation en enstemmig signalering af ensrettet, progressiv klantilhørighed. Det var mildest talt forbavsende.

Sprækker af håb?

Hvad den videre gang i sagen er, vil tiden vise. Måske var der nogle, der så et glimt af sig selv i spejlet, overraskede over det udbrud af intolerance, som de ”inkluderende” selv pludselig viste? Der er også en forhåbning om, at fremstillede krav om videnskabelig, etisk og filosofisk overensstemmelse kan danne modvægt mod politisk gruppementalitet. Min erfaring er dog desværre, at argumenter, hvor gode de end er, ikke batter. Det nytter heller ikke at sætte ”hårdt mod hårdt”, hvis succeskriteriet er at overvinde uenighederne. Den intellektuelle sfære er i vor tid i høj grad domineret af aktivistiske repræsentanter for den ”faderløse generation”. Deres sår har i første omgang brug for nænsom omsorg.

Det kan dog være nødvendigt med grænsesætning og tydelighed for at begrænse skaderne overfor kommende generationer.

 

(1) Udløst af den såkaldte nigerianske borgerkrig fra 1967 til 1970.
(2) En international NGO-organisation, som udelukkende har fokus på at skaffe adgang til sikre aborter og prævention. De finansieres af de statslige/overstatslige organisationer, og private “filantroper” og fonde, som bl.a. mener, at antallet af mennesker på jorden må bringes under kontrol under betegnelsen ”bæredygtig udvikling”.
(3) I Danmark tilrådes denne abortmetode kun frem til 9. uge.

Kilder:
MSF’ egen præsentation af påvirkningsprogrammet, EVA
Ipas program for påvirkning 

Kelda: www.rettentilliv.dk

“Hví verja lív?” í hvørt hús

Áhugaverda bókin “Hví verja lív?”  í hvørt hús

Ert tú fyri fríum vali, les bókina.
Um tú ert fyri lívi, les bókina.
Ert tú ivandi, les bókina.

Komandi dagarnar verður bókin “Hví verja lív?” sum Føroya Pro Vita gevur út, borin í hvørt hús í Føroyum. Bókin verður útgivin við tí fyri eyga at stimbra sakliga og faktuella umrøðu av fosturtøku evninum. Bókin er beinrakin og skjót at lesa. Hon gevur íblástur til betri samtalu manna millum, sjálvstøðuga hugsan og endurskoðan av fatanum.

“Hví verja lív?” er skrivað av kenda amerikanska rithøvundanum Randy Alcorn, sum setur orð á stigmatiseraði evni í samband við fosturtøku, kvinnuna, avleiðingar og loysnir. Rithøvundurin megnar hegnisliga og við nærlagni at lýsa og viðgera hesi stóru og eymu evni úr læknafrøðiligum, átrúnaðarligum, vísindaligum og heimspekiligum sjónarhornum.

Hóast bókin er skrivað við støði í øðrum samfelag enn tí føroyska, eru tvístøðurnar tær somu. Tí hevur Føroya Pro Vita tikið stig til at týða bókina og bera bókina í hvørt hús í Føroyum.

Góður summarlesnaður.

Føroya Pro Vita

Føroya Pro Vita er felagsskapur sum arbeiðir fyri “lívi” – frá gitnaði til náturligan deyða.

×