Javni 50 ár

28 fosturtøkur í Føroyum í fjør
Í fjør vórðu 28 fosturtøkur framdar í Føroyum og sostatt var talið á fosturtøkum umleið tað sama í fjør, sum tað hevur verið hesi seinastu fimm árini. Hesi seinastu fimm árini hava fosturtøkurnar verið 24 í miðal um árið, sigur Hagstovan, sum hevur gjørt tølini upp.
Meira upplýsing: Einans 28 fosturtøkur í Føroyum í fjør – in.fo , 09.03.21.
Fosturtøkurnar ein triðingur av tí sum var fyri tríati árum síðani – Hagstova Føroya

Amnesty vil hava “óavmarkađan altjóđa rætt til fosturtøku”
Amnesty International hevur boðað (red: september 2020) frá einum nýggjum politikki viðvíkjandi fosturtøku, sum heitur á lond í øllum heiminum at loyva fríari fosturtøku, líka mikið orsøk, líka upp til barnsburð og at loyva fosturtøku vegna kyn…
- Amnesty International vil vera við, at felagsskapurin ikki tekur støðu til nær eitt mannalív byrjar. Í nýggja politikkinum verður tó sagt, at rætturin til lívið ikki byrjar fyrr enn eftir føðing…
- Harafturat viðurkennur felagsskapurin, at ásetingar um avmarkingar, sum til dømis aldurin á fostrinum, eru til. Kortini skulla hesar avmarkingar ikki verða roknaðar sum absolut mørk og hesi mørk eiga at verða nærri eftirkannaði…
- FAQ síðan hjá Amnesty greiður eisini frá, at felagsskapurin vil nokta heilsustarvsfólki, sum eru fyri lívi, møguleikan vegna sína samvitsku at nokta at luttaka í fosturtøkum. Hetta verður gjørt við at heita á myndugleikar at noyða hesi heilsustarvsfólk at gera ávísingar til tey heilsustarvsfólk, sum eru fús at fremja fosturtøkur…
Umskifti hjá Amnesty International viðvíkjandi kravinum um fosturtøku er eitt skelkandi frávik frá hugsjónunum hjá løgfrøðinginum Peter Benenson, sum stovnaði felagsskapin í 1961.
Lesa meira higar: Amnesty International calls for ‘universal right to abortion’
Mannarættindi eru viðfødd rættindi alra mans, óansæð tjóðskap, bústað, kyn, ætt, húðarlit, átrúnað, mál ella aðra støðu. Øll hava vit í sama mun rætt til okkara mannarættindi. Hesi rættindi eru øll sínámillum treytað og óskiftilig.
Tað finst eingin rættur til fosturtøku sambært altjóða lóg og rætti, hvørki í altjóða sáttmálum ella sambært altjóða viðtøkum. Eingin ST sáttmáli nágreiniliga neyvt sigast at grundfesta ella viðurkenna rættin til fosturtøku.
Meira upplýsing: Mannarættindi – Fosturtøka og harðskapur

Covid-19 vacciner og abort
“Siden 60’erne har medicinalindustrien arbejdet med humane cellekulturer, der er udviklet fra små vævsprøver fra et aborteret foster. Primitive fosterceller har en næsten uendelig evne til at dele sig, og af en sådan lille vævsprøve kan man udvikle en fostercelle-kultur, et vævsprodukt, der kan bruges i industrien…
De to vacciner, der foreløbig er godkendt i EU og netop nu benyttes i Danmark, Pfizer/BioNTech og Moderna, produceres ikke på fostercelle-kulturer. De består af en computerskabt mRNA-kode, og produktionen er rent biokemisk. Der er dog tidligt i udviklingsfasen gennemført laboratorieforsøg på fostercelle-kulturer med det formål at afklare, om selve mRNA-teknikken var gangbar – men altså ikke i udviklingen af selve vaccinen.”
Lesa meira higar: Covid-19 vacciner og abort (RtL, 14.01.2021)
Meira upplýsing: The Pfizer vaccine: Is it safe and ethical? (Aleteia, 22.12.2020)

675 børn fødd í fjør
Í 2020 vóru 675 børn fødd á Landssjúkrahúsinum. 309 av teimum vóru gentur og 366 vóru dreingir, upplýsir Landssjúkrahúsið.
Lesa meira: 675 børn fødd á Landssjúkrahúsinum í fjør

Brúkar fosturtøku sum íblástur til list
“Ein installasjón, har tú sært søgurnar hjá føroyskum kvinnum, sum á ymsan hátt hava upplivað fosturtøku.
Tað er hugsanin hjá Helgu Djurhuus, sum er júst er farin undir eina heldur øðrvísi verkætlan. Ein verkætlan har fosturtøka verður brúkt sum íblástur til list.
Helga Djurhuus lesur grafiskt design á Kongalig Akademinum í Keypmannahavn. Í sambandi við endaligu uppgávuna á skúlanum ætlar Helga Djurhuus at gera eina listarliga verkætlan um fosturtøku, og tí leitar hon eftir upplivingum hjá kvinnum, sum hava upplivingar við fosturtøku…”
Meira upplýsing higar: Brúkar fosturtøku sum íblástur til list – Góðan Morgun Føroyar, KvF, 26.11.2020 (7.min)

Signe Molde på udebane: hos de danske abortmodstandere
I en ny programserie på DR2 besøger Signe Molde nogle af de miljøer, som ofte er genstand for debat. 26 november besøger hun Retten til Liv. Ifølge foromtalen er formålet med udsendelsen at åbne for nye sider af de miljøer, hun besøger, og give seerne øget forståelse, noget at tænke over og et godt grin.
Udsendelsen på DR2: Signe Molde på udebane: hos de danske abortmodstandere 26.11.2020. (29.min)

Sera sjáldsamt at nýføðingar smittast av mammuni
“Granskarar hava fylgt 101 nýføðingum frá tveimum sjúkrahúsum í USA frá 13. mars til 24. apríl.
Bert tvey av børnunum fingu koronavirus í tíðarskeiðinum meðan kanningin fór fram. Hetta hóast tey flestu av børnunum vóru í sama rúmi sum koronasmittaðu møður teirra…”
Les meira higar: Sera sjáldsamt at nýføðingar smittast av mammuni – dagur.fo, 14.09.2020

902 fosturtøkur í Grønlandi í fjør
Í fjør vórðu 902 fosturtøkur framdar í Grønlandi. Sostatt verða framdar nærum eins nógvar fosturtøkur, sum børn verða fødd…
Uppgerðin vísir, at flestu kvinnurnar, sum valdu fosturtøku, vóru millum 20 og 29 ár, men eisini gentur niður í 13-14 ára aldur fingu fosturtøku…
Les meira higar: 902 fosturtøkur í Grønlandi í fjør – KvF, 15.10.2020