Burturvið at skilja fostur frá vegna kyn

– Og í hesum førinum er tað ikki í samsvari við áhugamálini hjá komandi børnum, at verða skild frá, orsakað av, at tað er genta ella drongur, segði framsøgukvinnan hjá Socialdemokratunum, tá Politikken spurdi, um hon ikki heldur tað verða vanda fyri, at kvinnur fara uttanlands at fáa fostutøku, um forboð verður sett fyri kynskanning áðrenn 12. viku.

Sjálvt um fólk eiga fleiri børn av sama kyni, so heldur hon tað ikki vera eitt rímiligt ynski at taka fosturtøku, um kynið ikki er tað rætta. Hon samanber tað við ynski um at vilja gera av, hvønn eygnalit eins børn skulu hava, sum hon eisini heldur vera órímiligt. Heldur ikki heldur hon tað vera í lagi, at lívfør børn verða skild frá, orsakað av sjúkum, sum lítið hava upp á seg.

– Tøknin má ongantíð verða nýtt til at dyrka eina ella aðra idelamynd av ein eini familju, sigur Mette Frederiksen.

Kelda: Politikken

Onnur tíðindi