Bretsk kravgonga móti fosturtøkulóg

Eini 500 fólk gingu kravgongu uttan fyri parlamentið fyri at vísa á 40 ára dagin fyri, at lóg um fría fosturtøku upp til 24. viku varð sett í verk í Bretlandi.

Mótmælisfólkini vístu á, at tá lógin kom í 1967, vórðu 20.000 fosturtøkurt framdar um árið, meðan hetta talið í dag liggur um 200.000. Eisini vildu tey vera við, at kunnleikin innan læknafrøði í dag er nógv størri enn tá, so børn fødd áðrenn 24. viku hava góðar møguleikar at klára seg.

Tí vilja tey í fyrsta umfari krevja markið sett niður á 12, viku, soleiðis sum tað er í flestu evropeisku londunum. Tey krevja eisini hægri raðfesting av stuðuli og ráðgeving til kvinnur við barn, sum umhugsað fosturtøku.

Kelda: 123.fo

Onnur tíðindi