Betri umstøður til fólk sum eru deyðasjúk

– “Umstøðurnar hjá fólki, ið eru deyðasjúk, skulu verða betri. Tað eru Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, og leiðslan á Landssjúkrahúsinum, samd um.

Tískil skal nú ein arbeiðsbólkur setast við umboðum fyri avvarðandi partar at meta um støðuna og at seta nøkur tilmæli fram um, hvørjar ábøtur eiga at verða gjørdar.
Í hesum sanbandi skal tað eisini kannast, um tað er tørvur á at skipa ein beinleiðis stovn til fólk, sum eru deyðasjúk, eitt hospice, við tí endamáli at tey kunnu fáa linnandi viðger ta síðstu tíðina, tey hava eftir…”
Onnur tíðindi