Nevndarskifti í Føroya Pro Vita

Fyri einum mánaði síðani, tann 13. mars 2021, var ársaðalfundur hjá Føroya Pro Vita. Teir nevndarlimir sum stóðu fyri vali vóru: Ruth Norðgerð Sevdal, Sofus Gregersen, Elsbet Ellingsgaard Magnussen og Kim Hansson. Elsbet og Kim stillaði ikki upp aftur, og eisini hevði Hilda Viderø valt at trekkja seg eftir 15 ár í nevndini hjá Føroya Pro Vita.

Sostatt skuldu tríggir nýggir nevndarlimir veljast í nevndina, og til hetta bjóðaðu Rebekka Fuglø, Marita á Lakjuni Eysturlíð og Aksel Kambskarð Berg seg fram. Eftir nevndarvalið takkaði Sofus fyri seg sum formaður Føroya Pro Vita seinastu í 16 ár.

Nevndin mannaði seg á nýggjum eftir aðalfundin soleiðis:

Forkvinna Gudny D. Rasmussen
Næstforkvinna Ruth Norðgerð Sevdal
Kassameistari Nigro Bjarki Hermansen
Skrivari Rebekka Fuglø
Nevndarlimur Marita á Lakjuni Eysturlíð
Tiltakslimur Sofus Gregersen
Tiltakslimur Aksel Kambskarð Berg

(Á myndini frá vinstru eru Ruth Norðgerð Sevdal, Gudny Djurhuus Rasmussen, Rebekka Fuglø, Nigro Bjarki Hermansen, Marita á Lakjuni Eysturlíð og Aksel Kambskarð Berg. Sofus Gregersen manglar á myndini.)

28 fosturtøkur í Føroyum í fjør

Í fjør vórðu 28 fosturtøkur framdar í Føroyum og sostatt var talið á fosturtøkum umleið tað sama í fjør, sum tað hevur verið hesi seinastu fimm árini. Hesi seinastu fimm árini hava fosturtøkurnar verið 24 í miðal um árið, sigur Hagstovan, sum hevur gjørt tølini upp.

Meira upplýsing:   Einans 28 fosturtøkur í Føroyum í fjør  –   in.fo , 09.03.21.

Fosturtøkurnar ein triðingur av tí sum var fyri tríati árum síðani   –   Hagstova Føroya

 

 

 

Ársaðalfundur 13. mars kl. 13:00

Ársaðalfundurin hjá Føroya Pro Vita verður leygardagin tann 13. mars klokkan 13:00 í Skansahúsinum, J. H. Schrøtersgøta 11, 100 Tórshavn.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Amnesty vil hava “óavmarkađan altjóđa rætt til fosturtøku”

 

Amnesty International hevur boðað (red: september 2020) frá einum nýggjum politikki viðvíkjandi fosturtøku, sum heitur á lond í øllum heiminum at loyva fríari fosturtøku, líka mikið orsøk, líka upp til barnsburð og at loyva fosturtøku vegna kyn…

  • Amnesty International vil vera við, at felagsskapurin ikki tekur støðu til nær eitt mannalív byrjar. Í nýggja politikkinum verður tó sagt, at rætturin til lívið ikki byrjar fyrr enn eftir føðing…
  • Harafturat viðurkennur felagsskapurin, at ásetingar um avmarkingar, sum til dømis aldurin á fostrinum, eru til. Kortini skulla hesar avmarkingar ikki verða roknaðar sum absolut mørk og hesi mørk eiga at verða nærri eftirkannaði…
  • FAQ síðan hjá Amnesty greiður eisini frá, at felagsskapurin vil nokta heilsustarvsfólki, sum eru fyri lívi, møguleikan vegna sína samvitsku at nokta at luttaka í fosturtøkum. Hetta verður gjørt við at heita á myndugleikar at noyða hesi heilsustarvsfólk at gera ávísingar til tey heilsustarvsfólk, sum eru fús at fremja fosturtøkur…

Umskifti hjá Amnesty International viðvíkjandi kravinum um fosturtøku er eitt skelkandi frávik frá hugsjónunum hjá løgfrøðinginum Peter Benenson, sum stovnaði felagsskapin í 1961.

Lesa meira higar:    Amnesty International calls for ‘universal right to abortion’

 

Mannarættindi eru viðfødd rættindi alra mans, óansæð tjóðskap, bústað, kyn, ætt, húðarlit, átrúnað, mál ella aðra støðu. Øll hava vit í sama mun rætt til okkara mannarættindi. Hesi rættindi eru øll sínámillum treytað og óskiftilig.

Tað finst eingin rættur til fosturtøku sambært altjóða lóg og rætti, hvørki í altjóða sáttmálum ella sambært altjóða viðtøkum. Eingin ST sáttmáli nágreiniliga neyvt sigast at grundfesta ella viðurkenna rættin til fosturtøku.

Meira upplýsing:     Mannarættindi          –       Fosturtøka og harðskapur

 

 

Covid-19 vacciner og abort

“Siden 60’erne har medicinalindustrien arbejdet med humane cellekulturer, der er udviklet fra små vævsprøver fra et aborteret foster. Primitive fosterceller har en næsten uendelig evne til at dele sig, og af en sådan lille vævsprøve kan man udvikle en fostercelle-kultur, et vævsprodukt, der kan bruges i industrien…

De to vacciner, der foreløbig er godkendt i EU og netop nu benyttes i Danmark, Pfizer/BioNTech og Moderna, produceres ikke på fostercelle-kulturer. De består af en computerskabt mRNA-kode, og produktionen er rent biokemisk. Der er dog tidligt i udviklingsfasen gennemført laboratorieforsøg på fostercelle-kulturer med det formål at afklare, om selve mRNA-teknikken var gangbar – men altså ikke i udviklingen af selve vaccinen.”

Lesa meira higar:   Covid-19 vacciner og abort   (RtL, 14.01.2021)

Meira upplýsing:   The Pfizer vaccine: Is it safe and  ethical?  (Aleteia, 22.12.2020)

 

 

Brúkar fosturtøku sum íblástur til list

“Ein installasjón, har tú sært søgurnar hjá føroyskum kvinnum, sum á ymsan hátt hava upplivað fosturtøku.

Tað er hugsanin hjá Helgu Djurhuus, sum er júst er farin undir eina heldur øðrvísi verkætlan. Ein verkætlan har fosturtøka verður brúkt sum íblástur til list.

Helga Djurhuus lesur grafiskt design á Kongalig Akademinum í Keypmannahavn. Í sambandi við endaligu uppgávuna á skúlanum ætlar Helga Djurhuus at gera eina listarliga verkætlan um fosturtøku, og tí leitar hon eftir upplivingum hjá kvinnum, sum hava upplivingar við fosturtøku…”

Meira upplýsing higar:   Brúkar fosturtøku sum íblástur til list  –   Góðan Morgun Føroyar, KvF,  26.11.2020   (7.min)