Ársfundur verður 29. nov. 2008

Ársfundur hjá Føroya Pro Vita verður hildin á Byrgisheyggi 15 í Lamba leygardagin 29. nov. 2008, kl. 14.00.

Hilda Viderø og Osla Sevdal kunnað um ”mótsetningar í fosturdiagnostikki” við støði luttøku á heyst seminari hjá Menneskeverd í Norra. (www.menneskeverd.no)

Skráin sambart reglugerð:

  1. Góðkenning av fundarskrá.
  2. Val av fundarstjóra.
  3. Val av skrivara.
  4. Ársfrágreiðing og viðgerð av henni.
  5. Ársroknskapur, viðgerð og góðkenning.
  6. Val av nevndarlimum og grannskoðara.
  7. Viðgerð av innkomnum málum.
  8. Áseting av limagjaldi.
  9. Ymiskt.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nýggir limir kunnu teknað seg á heimasíðuni.

Føroya Pro Vita

Onnur tíðindi