Einki úrslit

Aftur

Fólk í túsundatali stóðu saman fyri lívi á Vaglinum

Vaglið var fult av fólki, so langt, sum eygað sá, tók onkur til.

Tiltakið “Standa saman fyri lívi”, ið var sunnudagin tann 14. apríl 2024, var sera væleydnað, siga fyriskiparanir. Har ímillum Føroya Pro Vita.

Hetta er næsta árið, eitt slíkt tiltak hevur verið fyriskipað í Føroyum. Fyrstu ferð var í fjør, 27. august 2023.

Mett var, at millum 2000 og 3000 fólk vóru á Vaglinum. Tað takka vit øllum hjartaliga fyri.

Rás 2 sendi frá øllum tiltakinum og tað kann hoyrast her. Vertirnir høvdu eisini samrøður við fólk, m.a. annað við landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen (frá 53 min).

Á skrá var m.a. felagssangur, sangframførslur og røður. Røðan, hjá Biritu Lamhauge Jóansdóttir, nevndarlimi í Pro Vita hevði, kann lesast her.

Áðrenn tiltakið byrjaði, hevði útvarpið í KVF samrøðu við Rebekku Fuglø Poulsen, forkvinnu í Pro Vita, ið kann hoyrast her.

Vit heita á øll, um at halda áfram at standa saman fyri lívi komandi tíðina, nú hart leikar á í løgtinginum!