App hjálpir kvinnum at gerast við barn

Kann ein app hjálpa tær við at gerast við barn? Tað ljóðar løgið og ikki serliga romantiskt, men tað er endamálið við appini Glow.

Appin skal ikki við í songina, men hon savnar dáta um menstruationsringrásina og útroknar nær kvinnan hevur egglosning, og sær, nær kvinnan er mest fruktbar.

Kvinnur gerast alsamt eldri tá tær fara undir at fáa sær børn, men møguleikin at gerast við barn lækkar, eldri tú verður.

– Vit vilja hjálpa kvinnum við at gerast gravid skjótt og úrslitagott á ein nátúrligan hátt, so tær ikki noyðast at nýta túsundatals krónur upp á gitningarviðgerðir, sigur Jennifer Tye marknaðarleiðari fyri Glow, við Jyllandsposten.

Glow virkar á tann hátt, at tú upplýsir, tá tú fær menstruatiónina. Síðan spyr appin teg onkran spurning um tína heilsu. Eftir tað kannar appin upplýsingarnar og sigur kvinnuni nær hon hevur egglosing næstu ferð. Jú longri tú nýtir Glow, jú betri verður appin at siga tær, um sannlíkindini eru góð ein ávísan dag at gerast við barn.

Jennifer Tye sigur, at dáta hjá Glow vísir, at ein triðjingur av kvinnunum meta skeivt við seks døgum ella meira, tá tær skulu rokna út nær tær eru mest frugtbarar.

Appin er ókeypis og tú kann fáa hana bæði til iPone og Android.

KELDA: App hjálpir kvinnum at gerast við barn – Føroya.dk. 25.10.2015

Meira upplýsing um NFP finst HAR
Onnur tíðindi