Aftur

Altjóða Down Syndrom dagur
21. mars í 2025
Heimsdagurin fyri Down syndrom, sum árliga verður hildin 21. mars, er ein dagur, ætlaður at økja um tilvitanina um og hátíðarhalda fólk við Down syndromi.
Í samband við fosturtøku, verður hesin dagurin ofta brúktur til at varpa ljós á tey etisku viðurskiftini, sum eru knýtt at selektivari fosturtøku av m.a. fostrum, sum fáa staðfest Down syndrom í móðurlívi.
Nógvir felagsskapir, ið arbeiða fyri at verja ófødda barnið, leggja dent á, at menniskju við Down syndromi geva eitt serstakt íkast til samfelagið og hava uppiborið somu rættindi og verju sum øll onnur.
Fosturtøkulutfallið hjá fostrum, sum fáa staðfest Down syndrom, er í summum londum næstan 100%. Til ber at seta spurningin, um hetta endurspeglar mismun móti fólki, sum bera brek.
Selektivar fosturtøkur
Í Norðurlondum, so sum í Danmark og Íslandi, er stórur títtleiki av selektivum fosturtøkum í samband við Down syndromi.
Í Íslandi velja næstan 100% av kvinnum, sum fáa staðfest Down syndrom, at steðga viðgongutíðini. Uml. 80-85% av kvinnum taka av kanninginartilboðinum at kanna fyri m.a. Down syndrom. Hetta hevur havt við sær, at í miðal eini 2-3 børn við Down syndromi eru fødd um árið seinastu 10 árini í Íslandi.
Danmark hevur bjóðað kvinnum fosturkanning fyri Down syndrom síðani 2004. Í Danmark er støðan lík henni í Íslandi, har umleið 95% av kvinnunum, sum fáa at vita, at Down syndrom er staðfest í fosturkanning, velja at fáa fosturtøku.
Í 2019 vórðu 18 børn fødd við Down syndromi í Danmark; av hesum vóru bert sjey fødd av foreldrum, sum vistu um sjúkuna áðrenn føðing, meðan hini tilburðirnir stavaðu frá, antin, diagnosan ikki varð uppdagað ella av følskum negativum úrsliti.
Hesi høgu fosturtølini hava ført til eina munandi minking í talinum av fólki við Down syndromi í teimum áðurnevndu londum. Til dømis hevur Danmark upplivað eina munandi minking í føðingum av børnum við Down syndromi, síðani landsumfatandi fosturkanning varð sett í verk í 2004.
Tað er umráðandi geva sær far, um hetta snýr seg um lívsbroytandi viðurskifti fyri tær familjur, tað rakar. Vit eiga ongantíð at fara lætt um truplar og eymar støður hjá okkara medmenniskjum. Tó leggur hetta upp til ávísar etiskar spurningar um, hvussu samfelagið virðismetir fjølbroytni og inklusjón av fólki, ið bera brek.
Rætturin til lív
Á Altjóða Down Syndrom degnum, snúgva átøk seg hendan dagin seg oftað um persónligar søgur frá familjum og einstaklingum við Down syndromi til tess fyri at vísa teirra lívsgleði. Umframt eisini at varpa ljós á teirra møguleikar og grundleggjandi rættindi til lív.