Áðrenn tú velur fosturtøku

Ert tú við barn?

Flestu sum fáa at vita, at tær eru við barn gerast glaðar. Men tó ikki allar. Nakrar gerast skelkaðar. Tær hava ikki yvirlit yvir hvussu tær kunna fáa hetta barnið. Serliga um ein er heilt ung. Kanska stendur ein einsamøll við hesum barninum. Ella ein noyðist at gevast við eini útbúgving. Og hvussu við tí fíggjarliga. Og øllum tí praktiska.

Hvør skal avgera?

Møguliga er tú ein av teimum, ið meta fosturtøku sum eina loysn, her og nú. Kanska metir tú, at tað eru eingir aðrir møguleikar eftir. At støðutakanin longu er framd fyri teg. Av øðrum. Av honum, ið ikki vil verða pápi beint nú. Ella foreldrunum, ið hugsa um tína framtíð. Ella – um tú ikki ert ung longur – av teimum, ið halda at eingin meining er í, at tú skalt aftur verða mamma.

Statt ikki einsamøll við trupulleikanum.

Tað er ikki lætt at verða tann, ið skal taka hesa tungu avgerð. Tá avgerðin er tikin og framd, vendist ikki aftur. Tann støða tú ert í, ger tað ikki lættari. Tað er sum tú ert ikki við teg sjálva. Tað er tó heilt vanligt at tú ikki kennir teg væl tilpassar á morgni, tolir ikki nógv av, og ert úti av javnvág. Heldur teg ikki kunna koma yvir nakað.

Tú kennir teg einsamalla við trupulleikanum. Men soleiðis nýtist tað ikki at verða. Sjálvt um tað sýnist sum um at eingin av næstringunum vilja tosa við teg um hetta, so er tað nakað, ið tú mást hugsa um. Tú hevur krav um at fáa hjálp frá tí almennu skipanini. Og tú kanst fáa hjálp frá privatpersónum, t.d. ráðgevarunum í Føroya Pro Vita. ( Ráðgevarar hjá Pro Vita)

Gev tær góða tíð.

Møguliga skal avgerin takast um heilt stutta tíð. Men tú hevur hóast alt tíð til at hugsa teg um. Avgerðin tú tekur hevur ikki bert týdning fyri næstu mánaðirnar, men fyri restina av lívi tínum.

Barn títt er longu livandi.

Lívið hjá tínum barni byrjar við gitingini – tá egg og sáðkykna sameinast. Allir teir eginleikar, ið barn títt arvar – eginleikar uttaná og innaní – er avgjørdur frá hesi stund. Áðrenn fyrsti mánaðin er farin, er longu eitt hjarta ið slær.

Myndin vísir eitt barn, ið er 4-5 vikur gamalt og 1,2 cm langt. Legg til merkis, at longu kunnu armar og bein síggjast, og hesi byrja at veksa frá hesi tíð.
8 vikur gamalt kann tað lítla barnið longu taka um lutir, ið verða lagdir í hondina á tí. Tað suttar tummil, rørir seg og er ført fyri at kenna pínu.

Hvat sigur lógin?

Í Føroyum hava vit í meginregluni ikki “fría” fosturtøku, tað vil siga at tað skulu nakrar treytir verða uppfyltar fyri at ein kann fáa framda eina fosturtøku.
Umframt at treytirnar skulu verða uppfyltar, skulu eisini tveir læknar viðmæla at fosturtøkan verður framd.

Hóast hesar treytir, sýnist tað sum tað ikki er so stór forðing fyri at ynski um fosturtøku verður játtað, og tað sýnist sum læknarnir í Føroyum hava rættiliga nógv at siga hesum viðvíkjandi.
Hagtølini vísa at læknar ofta viðmæla fosturtøku.

Hvat hendir undir eini fosturtøku?

Flestu fosturtøkur verða framdar millum 7. og 12. viku. Mest vanligi hátturin í hesum tíðarskeiði er útsúgvingarhátturin. Í stuttum er mannagongdin tann at lívmóðurhálsurin verður víðkaður og eitt plastikrør verður koyrt inn í lívmóðurina.
Síðan verður barnið sogið út gjøgnum rørið við undirtrýsti. Í smálutum.

Aftana 12. viku er vanligt at geva eina sproytu við einum evni, ið kallast prostaglandin. Hetta setur føðingina í gongd. Barnið verður so føtt, ofta deyðføtt. Men barnið kann eisini verða livandi. Men tað fær onga viðgerð sum kann halda barninum livandi.

12 vikur. Barnið kennir ljós, ljóð og tað at ein rørir við tað. Øll gøgn eru nú komin uppá pláss. Heilin og sodningarleiðin eru ment. Nú skal barnið bert vaksa til tað verður føtt.

 

Er nakar vandi fyri heilsuni?

Fosturtøka kann geva heilsutrupulleikar. Hvussu ofta tað hendir er torført at áseta neyvt.

Tey hagtøl, ið verða førd á sjúkrahúsinum, siga at trupulleikar standast í 3-5% av førunum, um fosturtøkan verður framd í 8. til 12. viku. Seinni er vandin størri.

Ein av avleiðingunum av fosturtøku kann vera stórar bløðingar, ið vísir at læknin ikki hevur fingið alt út. So noyðist ein aftur á sjúkrahúsið fyri at verða útskava.

Ein annar vanligur trupulleiki er undirlívsbruni. T.v.s. bruni í eggjaleiðarunum og lívmóðurini. Ein slíkur bruni kann viðføra at eggjaleiðararnir lata seg aftur, sum ger at tað seinni kann gerast toført at gerast við barn.

Í heilt fáum førum hendir at lívmóðurin fær skaða av tólunum, ið læknin nýtir, og hetta kann geva trupulleikar við seinni barnburði.

Um long tíð er liðin síðan fosturtøka er framd, er sjálvsagt trupult at áseta neyvt, um tað er fosturtøkan, ið einsamøll hevur skuldina av møguligum trupulleikum seinni.

Tað finnast nógvar útlendskar kanningar, ið benda á eitt møguligt samband ímillum fosturtøku og ymiskar trupulleikar við seinni barnsburði: ov tíðliga føðing, at ein missur barnið, barnsburð uttanfyri lívmóður, v.m.

Sálarligir trupulleikar

Gerst ein tunglyntur aftaná fosturtøku? Tað er ikki semja um hetta. Tað sigur seg sjálvt, at tað er trupult at máta. Kenslur eru so ymiskar, frá persón til persón.
Nakrar kanningar, ið gjørdar eru í Danmark, vísa at tær flestu kenna seg lættari beint aftaná fosturtøkuna. “Nú er tað yvirstaðið.” Men hvussu er seinni?
Her vísa royndirnar m.a. úr USA, at nógvar kvinnur hava álvarsligar sálarligar trupulleikar, árini aftaná. Sálarfrøðingar tosa í dag beinleiðis um eitt “post abort-syndrom” ella “eftir-fostutøku-eyðkenni”, og nógvar ráðgevingarstovur til at hjálpa teimum eru settar á stovn.
Mangan er tað tó torført at áseta røttu sjúkuavgerð, tí tað higartil hevur verið vanlig hugsan, at ein ikki hevur sálarligar trupulleikar aftaná fosturtøku. Tí aftra kvinnur seg mangan at viðganga orsøkina til sálartrupulleikarnar, og tí fáa tær heldur ikki røttu viðgerð.
Føroya Pro Vita bjóðar ráðgeving og stuðul til kvinnur, ið hava tað trupult við seg sjálva eftir fosturtøku.

Amerikanska tíðarritið Life Magazine hevði hesa mynd á forsíðuni, av einum óføddum barni, ið var 18 vikur gamalt. Einar tvær vikur seinni, kunnu tær flestu merkja at barnið rørir seg. Barnið vigar í 20. viku uml. 500 gram.

Ein annar útvegur

Tú hevur loyvi at halda at tað er trupult. Tú hevur loyvi at halda, at tú ikki serliga væl kann átaka tær ábyrgdina av einum barni í løtuni. Sjálvt við tí hjálp tú kanst fáa frá tí almenna og eisini privat.

Men so er ein annar útvegur. Tú kanst føða barn títt og burtættleiða tað.

Nógv halda, at tað kensluliga er ein torfør avgerð, men hugsa tó um …

– at tú loyvir barni tínum at liva
– at tú gleðir tvey onnur menniskju, ið ikki sjálv kunna fáa børn
– at barnið hjá tær hevur sera góðar møguleikar at fáa eitt gott lív, tí ættleiðingarkrøvini eru sera strong
– at heilsuvandin í sambandi við barnsburð og føðing er minni enn í samband við fosturtøku
– at tú, tá ein tíð er umliðin, hevur tað betri við at vita at barnið hjá tær livir og hevur tað gott

Tú skalt eisini vita at um tú avgert at burtættleiða nú, men angrar tað aftaná føðingina, hevur tú ikki mist rættindini til at hava títt barn.

At fáa eitt barn.

“Eg haldi ikki eg eri før fyri at geva mínum barnið nakran góðan uppvøkstur”. Soleiðis eru tað mangar, ið siga sum grundgeving fyri fosturtøku.

Jú, tað kann verða trupult. Eisini um tú ert einlig mamma. Samfelagið er kanska ikki serliga barnavinarligt.

Men vit hava ikki loyvi at vísa ábyrgdina frá okkum. Títt barn er títt barn – líka mikið um samfelagið ger nógv ella lítið fyri teg.

Hugsa eisini um at tín sosiala og fíggjarliga støða skjótt kann broytast til tað betra um nøkur ár. Tað hendir jú so nógv í tilveruni, sum ein ikki veit um frammanundan – tíbetur.

Tað sum tú óttast í dag, er kanska tað tú gleðist yvir í morgin.

At fáa eitt barn merkir eisini at tú verður ámint um, at tað eru onnur virði í tilveruni enn bert tað materiella.

Børn hugsa ikki um sosialt støði – tað er nakað tey læra av okkum vaksnu. Børn eru krevjandi á heilt ein annan hátt.

Tey krevja foreldranna umhugsan, umsorg og kærleika. Tað er m.a. tí, at tað er so trupult – og frálíkt – at hava børn.

Men børn ikki bert kreva. Tey geva meir enn vit kunna máta í peningi. Tey geva seg sjálvi, kærleika, umsorgan, og so alt tað álit tey geva okkum og alla gleði ein fær at eiga børn.

Hvat gert tú nú?

Tú skalt sjálvandi fyrst umhugsa tína støðu gjølla. Royn í tíni familju, ella har tú ert, at finna tey menniskju, ið kunna hjálpa tær á ein og annan hátt.

Tú kanst eisini fara á Almannastovuna og biðja um at sleppa at tosa við ein Sosialráðgeva. Hesin kann so greiða tær frá hvussu tín støða vil verða, fíggjarliga, eina og viðv. útbúgving, íbúð, stovnsplássi til barnið o.s.fr.
Tú skalt minnast, at tú hevur møguleika at taka onkran við tær til slíka samrøðu.

Heldur tú at úrslitið ikki er serliga gott, so fell ikki í fátt, og gevst ikki á hendur.

Ring til ráðgevingina hjá Føroya Pro Vita á 771710 ella send okkum teldupost á provita@provita.fo. Samband til okkara bindur teg ikki til nakað og avgerðin verður altíð tín. Tey fólk, ið tú tosar við, hava tagnarskyldu og tann ráðgeving og stuðul tú fært kostar einki.