Aftur

Altjóða dagur fyri ófødda barninum
25. mars í 2025
Í dag, tann 25. mars í ár savnast nógvir einstaklingar og felagsskapir, kring heimin, fyri at hátíðarhalda Altjóða dagin fyri ófødda barnið.
Dagurin var stovnaður av Jóhannes Páll II Páva, sum metti, at hesin dagurin var ein jaligur møguleiki til at verja rættin til lív og óføddda barnið, og somuleiðis birta uppundir ein hugburð, ið virðir øll mannalív. Harundir, at man samfelagsliga heldur sínar moralsku skyldur í at eisini verja sárbarastu limirnar.
Upprunin til Altjóða dagin fyri ófødda barnið, er frá 1993, tá El Salvador gjørdist fyrsta tjóðin, sum alment hátíðarhelt hendan dagin.
Tiltakið fekk ferð á seg, og førdi til, at tað varð samtykt í ymiskum londum. Eitt nú í Argentina í 1998 og í Chile í 2014. Síðani hava eisini fleiri einstaklingar og felagsskapir kring heimin tikið dagin til sín.
Hví er neyðugt við einum altjóða degi fyri ófødda barninum?
Í eini tíð, har kjakast verður regluliga um fosturtøku, og ikki minst, at sterkar røddir eru fyri fríari fosturtøku, er Altjóða dagurin fyri ófødda barnið kanska meira viðkomandi enn nakrantíð. Tíverri, eru ófødd børn kring allan heimin, framvegis í vanda orsakað av fríum fosturtøkulógum, manglandi upplýsingingargrundarlagi og sosialum trýsti.
Sambært Heimsheilsustovninum WHO, verða áleið 73 milliónir fosturtøkur framdar í heiminumum árliga. Tað merkir samstundis, at fosturtøka er fremsta deyðsorsøk í heiminum í dag.
Hetta ørkymlandi talið varpar ljós á áhaldandi tørvin verja rættin til hjá ófødda barninum, og at vísa á aðrar møguleikar enn fosturtøku.
Vísindi er greið – lívið byrjar við gitnaði
Tað er vísindaliga viðurkent, at lívfrøðiliga veran, sum eitthvørt menniskja er, blívur til við gitnaði.
Gitnaður er í stuttum, at eggið hjá kvinnuni verður gitið við sáði frá manninum. Eitt gitið egg verður kallað ein blastocyst. Eftir 5-6 dagar setur blastocystan seg fast í lívmóðirna, og kallast nú á fakmálið eitt embryo.
Embryostøðið varar uml. 8 vikur, har grundleggjandi kropsskipanir og gøgn verða ment. Eftir áttandu vikuna verður orðið fostur á fakmálið brúkt, ið vísir á eitt tíðarskeið við vøkstri og menning av kropsskipanum og gøgnum, sum vórðu grundløgd í embryofasini. Fostrið heldur fram við at búnast til føðingina.
Við gitnaði byrjar ein nýggj vera við egnum DNA, sum er ein samanseting av DNA hjá foreldrunum, men serstøk í sínari samanseting. Hendan nýggjan veran er sum síni foreldur, ein livandi limur av mannaættini. Eitt nýtt menniskja er blivið til.
Við nútímans ultraljóðtøkni ber til síggja kompleksu menningina hjá ófødda barninum heilt frá teimum fyrstu vikunum í móðurlívi. Lítla hjarta hjá ófødda barninum bankar einans 22 dagar gamalt. Les meira um fosturmenning her.
Grundboðskapurin hjá Føroya Pro Vita er einfaldur og týdningarmikil: Tú hevur virði, tí at tú ert eitt menniskja. Øll menniskju hava treytaleyst virði, sum merkir, at virðið ikki avhongur av, hvussu dugnaligur tú ert, um tú bert brek, hvørji foreldur tíni eru ella nøkrum øðrum.
Heimspekiliga spurningin kunnu vit kjakast um sum borgarar í einum frælsum samfelag. Men vísindaligi spurningurin um, nær mannalívið byrjar, er longu svaraður. Tað byrjar við gitnaði.
Fosturvernd
Tá ein kvinna er við barn er altíð talan um minst tvey menniskju. Sum oftast kunnu vit telja upp í eitt nú 20 fingrar, 20 bibbur, fýra armar, fýra bein, fýra eygu, fýra oyru, tveir nalvar. Og síðst, men ikki minst, tvey bankandi hjørtu.
Tað kann ongantíð blíva ein grundleggjandi rættur at taka eitt fostur. Tað er harafturímóti ein grundleggjandi órættur at rættvísgera fosturtøku, við hjálp av lógini, tí fosturtøka snýr seg ikki um at ráða yvir egnum kroppi. Tað snýr seg um, at ráða yvir kroppinum hjá einum øðrum. Hjá barninum.
Fosturvernd sigur tað øvugta, og eggjar kvinnuni at síggja møguleikar fram um forðingar, at finna sínar styrkir fram og mótið við.
Latið okkum heldur standa saman fyri fosturvernd, tí vit hava álit á, at føroyska kvinnan megnar tað, í øllum førum við eitt sindur av hjálp. Og hesum hava vit stóra virðing fyri!
Verja fyri ófødd
Í dag, sum vit minnast hendan dagin, lat okkum endurstaðfesta okkara raðfesting av at verja tey óføddu og at menna eina mentan, sum virðir og varðveitir virðini hjá hvørjum menniskja, føddum og óføddum.
Tað so ómetaliga týdningarmikið áhaldandi at berjast fyri einfalda grundvirðinum, at eitt og hvørt mannalív eigur at verða vart. Í okkara tíð og í okkara samfelagi eru tað tey minstu menniskjuni okkara millum – tey óføddu – sum eru undir hóttan. Tað er okkara ábyrgd sum felags menniskju, at verja tey.
Hvat fyri samfelag ynskja vit í Føroyum? Menniskju, ið eru í neyð, hava brúk fyri hjálp. Vit eiga ongantíð at fara lætt um neyðina hjá okkara medmenniskjum. Men, tað er skeivt at royna at loysa trupulleikan hjá tí eina menniskjanum við at taka lívið hjá einum øðrum menniskja – eisini um seinna menniskjað er sera lítið.
Tí tú hevur virði, eg havi virði og tey hava virði.
Føroya Pro Vita útgav í fjør bóklingin Verja fyri ófødd, sum fæst við at venda sær til provita@provita.fo.
