Aftur

Hugleiðingar á kvinnudegnum 2023
Suk hjerte brist ikke. Eg kenni meg púra fremmanda á kvinnudegnum í ár.
Nú jørðin enn einaferð hevur verið runt, so fór enn ein kvinnudagur forbí. Ein dagur, tá vit steðga á og rætta kumpas. Hvar eru vit komin, og hvagar skulu vit?
Til stóra sorg haldi eg, at vit í kvinnustríðinum eru farnar av leið, tá umræður barnsburð.
At bera børn
Førleikin at bera børn er ein framíhjárættur, sum vit eiga at berjast við hond og fót fyri at tryggja so góð kor sum gjørligt.
Hesin rættur eigur ikki at vera viðgjørdur sum ein samfelagstrupulleiki, men sum ein samfelagsuppgáva og rættur.
– Vit eiga at arbeiða fyri, at kvinnur, sum fara í barsil, ikki merkja hetta á pensiónskontoni.
– Vit eiga at arbeiða fyri, at kvinnur, sum bera børn, fáa hjálp til at gjøgnumføra barnsburð uttan fíggjarligan smeit.
– Vit eiga at arbeiða fyri, at landsins lógir tryggja, at kvinnur í burðarførum aldri fáa bestu møguleikar at seta eitt nýtt ættarlið við, og samstundis hava sítt pláss á arbeiðsmarknaðinum.
– At kvinnur, sum av fíggjarligum, sosialum, samfelagsligum ella sálarligum trupulleikum kenna seg noyddar at velja fosturtøku, hava eitt annað val.
Fíggjarliga bíligasta loysnin til nógvar trupulleikar er fosturtøka. Men nær hevur symptomviðgerð verið ein góð loysn?
Tá eitt lív endar
Tá eitt lív endar, ber ikki til at venda aftur. Hvørt tað er eitt óhapp ella dráp, so er eingin vegur aftur. Á sama hátt er við byrjanini av lívinum. Tað vendist ikki aftur. Eitt lív er byrjað! Eitt menniskja er byrjað sína ferð í menning. Eitt menniskja – einstakt! Einki kann koma í staðin fyri akkurát hetta menniskja – serstakt. Egið fingramerki, egið dna, egin útsjónd, sum nú spírar í móðurlívi.
At kalla fosturtøku fyri eini rættindi er púra burturvið. Ein fosturtøka er ein viðurkenning av samfelagsligum ábyrgdarloysi, og tá kvinnur stíga fram og ynskja betri kor til barnafamiljur ella barsil, ja so kann samfelagið vaska sær hendurnar og siga: tú hevur sjálv valt at fullføra barnsburð, tú hevði annað val.
At brúka fosturtøku sum kvinnurættindi er eftir mínum tykki at spæla á útivølli. Vit skulu ikki tilpassa okkum til eitt samfelag og ein arbeiðsmarknað til menn. Vit skulu tryggja okkum okkara part á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at hann broytist til eisini at rúma kvinnum við teimum eginleikum, sum bert ein kvinna hevur. Og vit mugu gevast at skoða barnsburð sum eina byrðu ella ein ampa, tarn, vansa. Men heldur sum nakað, sum tryggjar okkara framtíðar vælferð og sum ein part av samfelagsbygging.
Tryggja, at menn taka ábyrgd
Vit skulu eisini tryggja, at menn taka ábyrgd av teimum børnum, sum teir eru við til at skapa, og ikki bert sleppa at loypa uppum, har garðurin er lægstur og frásiga sær alla ábyrgd.
Vit skulu berjast fyri einum samfelagi, har ein kvinna hevur pláss til at vera kvinna, og ikki bert er tilpassað einum samfelag, sum longu er. Og har tað ikki verður sæð sum ein ampi at vera kvinna, sum fær børn – tí gjørd ger fær onga vend.
Ruth Norðgerð

Altjóða dagur fyri ófødda barninum
25. mars í 2025 Í dag, tann 25. mars í ár savnast nógvir einstaklingar og felagsskapir, kring heimin, fyri at hátíð…
25. mars 2025

Altjóða Down Syndrom dagur
21. mars í 2025 Heimsdagurin fyri Down syndrom, sum árliga verður hildin 21. mars, er ein dagur, ætlaður at økja um…
22. mars 2025

Nýggj nevnd og forkvinna í Føroya Pro Vita
Føroya Pro Vita hevði aðalfund í Skansahúsinum í Havn í gjár, hóskvøldið 27. februar 2025. Tríggir nevndarlimir og …