Í fjør vórðu 28 fosturtøkur framdar í Føroyum og sostatt var talið á fosturtøkum umleið tað sama í fjør, sum tað hevur verið hesi seinastu fimm árini. Hesi seinastu fimm árini hava fosturtøkurnar verið 24 í miðal um árið, sigur Hagstovan, sum hevur gjørt tølini upp.
Meira upplýsing: Einans 28 fosturtøkur í Føroyum í fjør – in.fo , 09.03.21.
Fosturtøkurnar ein triðingur av tí sum var fyri tríati árum síðani – Hagstova Føroya