Vit kunnu orðna fyri eini fosturtøku!

Um miðjan oktober síðsta ár, fóru eg og Brandur so spent í skannaran at síggja lítla undrið, sum alsamt vaks innan í mær. Eg var komin góðar 20 vikur, og talan var um “misdannelsesscanning”, sum verður bjóðað barnakonum her í Danmark. Vit vóru spent. Hetta fór at vera ein serlig løta, tí Brandur hevði ikki verið við til fyrru skanningina.

Løtan var serlig. At síggja barnið fekk okkara kærleika fyri tí at vaksa. Kærleikin gjørdist djypri. Alt sá eisini gott út. Barnið varð kannað út í æsir. Vit fingu at vita, at neyðugt var at bíða við at kanna beinini til síðst, av tí at barnið hevði beinini í einari óhepnari støðu. So áðrenn vórðu hjarta, bløðra o.a. kannað. Tað var nakað heilt serligt at síggja hjartað banka. Hjartaslátturin var góður, søgdu tey. Hini gøgnini, sum vórðu kannað, vóru eisini góð. Myrkur skíggi lá á bløðruni. Vit fingu at vita, at hetta var gott, tí tað merkti, at barnið var farið at svølgja fosturvatn, sum síðani fór víðari gjøgnum kroppin. Vit fegnaðust, tí vit sóu, at okkara barn var væl skapt. Tá ið einki annað var eftir, varð aftur byrjað at kanna beinini. Støðan varð tann sama. Eg mátti upp at hoppa og svinga, soleiðis at starvssfólkini fingu eina betri støðu. Einki batti. Stillisliga fingu starvssfólkini á stovuni lirka eitt annað starvsfólk inn í stovuna. Mín illgruni vaks. Mundi tað nú vera tað, sum eg helt? Eg lat sum einki, men fekk stutt eftir staðfest, at so var. -Tað sær út til at høgri fótur á barninum er ein klumfótur, segði starvsfólkið. -Vit hava skaffað tær eina tíð hjá yvirlæknanum, sum skal staðfesta hetta. Eg hevði rætt, og fekk ein klump í hálsin, gjørdist kedd. Vit bæði gjørdust kedd, tí okkara barn bar brek.

Vitjanin hjá yvirlæknanum var stutt. Staðfest varð, at talan var um ein klumpfót. Læknin metti, at vit skuldu fáa eina nýggja tíð skjótast gjørligt. Hetta fyri at vit skuldu koma at tosa um teir møguleikar, sum vit nú høvdu. Vit takkaðu fyri tilboðið og komu tískil aftur til sama lækna tveir dagar eftir. Vit fingu ein hvøkk, tí hetta fór als ikki fram á tann hátt, sum vit høvdu væntað. Læknin greiddi frá, at av tí at tað var staðfest, at barnið hevði klumpfót, so mælti hann til, at fosturvatnið varð kannað. Hetta skuldi gerast fyri at staðfesta, um barnið bar fleiri brek. Vit vóru jalig. Spurdu inn til, hvørji brek talan so var um og um hvussu staðfestingin í móðurlívi fekk hjálpt okkara barni. -Ber til at viðgera hesi brekini í móðurlívi? spurdu vit. Nei, var svarið. -Hvussu stór eru líkindini fyri, at barnið ber umtalaðu brek? spurdu vit víðari. Svarið var, at líkindini vóru minni enn líkindini fyri spontari fosturtøku vegna fosturvatnskanning. Vit skiltu einki. Spurdu, hví vit so skuldu kanna barnið nærri, um tað kortini onga hjálp fekk. Soleiðis sum vit skiltu tað, so kundi ein blóðroynd eftir føðing eisini staðfesta, um nakað var galið – og ein slík blóðroynd setur jú ikki lívið hjá okkara barni í váða. Svarið, vit fingu frá yvirlæknanum, skelkaði okkum: -Vit ynskja at kanna barnið nærri, tí um nakað er galið, so kunnu vit fremja eina fosturtøku. Fosturtøku? hugsaði eg skelkað og eitt sindur ill. Fyri nakað so meinaleyst sum klumpfót, sum eg annars havi kent til alt mítt lív? Taka okkara barn, sum vit fyri tveimum døgum høvdu sæð hjartaslátturin hjá? Vit fingu at vita, at hetta var ein avgerð, sum hevði skund, tí eg longu var komin góðar 20 vikur og talan tískil var um eina seina fosturtøku.

Vit takkaðu nei. Yvirlæknin nikkaði. Segði, at um vit veruliga ynsktu barnið, so kundi hon geva okkum eina tilvísing til deildina, sum tekur sær av børnum við klumpfóti. – Hví kemur handa upplýsingin ikki fyrr enn nú? hugsaði eg illa við og legði til merkis, at sjúkrasysturin, sum eisini var til staðar undir hesi samrøðuni, andaði lættan.

Í dag, 3. juni, er altjóða dagur fyri klumpfót, og tað er tí, eg deili okkara søgu. Okkara sonur varð føddur tann 9. mars, og er í dag næstan 3. mánaðir gamal. Gamaní fekk hann eina harðari byrjan upp á lívið í mun til nógvar aðrar nýføðingar. Gamaní var tað hart sum foreldur at síggja sonin fáa gips á beinið sum bert 8 dagar gamal og verða lagdur undir skurð bert ein mánað gamal. Og ja, tað er eitt sindur av baksi nú, av tí at hann skal vera í skinnara 24/7. Men hevði eg viljað verið sonin fyri uttan? Nei! Tíbetur eru tað ikki øll, sum einans síggja brekið. Til ber til endans at endurgeva okkara góðu heilsusystur, sum skrivaði soleiðis um sonin: Drengen er fin og velskabt (…) Har klumpfod. Eg kundi ikki verið samdari. Okkara sonur er væl skaptur, og eg elski at vakna av hansara smíli og práti hvønn morgun – og um nøkur ár verður fóturin at meta sum ein vanligur fótur.

Helena Kannuberg

Facebook

3 juni 2016


388 ”likes” og deilt 215 ferðir á FB!

Takk fyri, Helena, at tú stendur fram – og loyvir okkum at deila tína søgu her á okkara síðu.





Onnur tíðindi