– So hevði mítt barn verið á lívi í dag

Góði Jenis Kristjan Av Rana Eg eri eitt sindur hørm um, at tú skal stríðast hetta stríðið so einsamallur, men samstundis eri eg glað fyri og takksom um, at tú ikki sum meirilutin av politikarunum og læknunum velur at lata eyguni aftur og tiga.
Eg stúrsi við orðingina um totalan mangul uppá virðing. Eg haldi tvørtur ímóti, at tú er ein av teimum heilt fáu í samfelagskjakinum, ið júst torir at vísa virðing bæði fyri ófødda barninum og teimum mammum/foreldrum, sum hava mist børn á ein slíkan óneyðugan og mannminkandi hátt.

Haldi at viðkomandi starvsfelagi heldur skuldi byrja at víst virðing fyri okkum og okkara deyðu børnum.

Hví er tað so ræðandi fyri viðkomadi, at vit veruliga eru nógv foreldur, sum sita eftir við einari stórari, óforloystari og tabuiseraðari sorg?

Hví skal tað tigast burtur, tá tað heldur skuldi verið rópt út av hvørjum fjallatindi, at fosturtøka er syrgilig, óneyðug og ein stór skomm?

Hví mugu vit ikki nevna, at tað javnan kemur fyri, at foreldur verða kroyst til fosturtøku hóast tey ikki vilja?

Hví er tað so óhugsandi at onnkur teirra ikki høvdu lati seg kroysta um tey høvdu eina ráðgeving at fara til?

Hví skal nakað so jaligt, sum hendan royndin hjá Miðflokkinum at fyribyrgja at enn fleiri børn doyggja samstundis sum at foreldrini sita eftir við sorgini, takast sum nakað neiligt?

Eg sigi fyri meg, var ein ráðgeving, sum tann, sum nú skal setast á stovn, til í Føroyum fyri 4 árum síðan. So var mítt barn á lívi í dag. Rann frá Heródes til Pilatus at biðja um hjálp og ráðgeving um, hvussu eg kundi hjálpa ófødda barninum. Allastaðni var svarið: Eg kann ikki hjálpa tær.

So einaferð fekk eg at vita, at bara eg fekk eina fosturtøku so skuldi eg nokk fáa bæði hjálp frá sálarfrøðingi og sosialrágeva aftaná. Gita, um eg fall fyri freistingini?

Og gita um har var nøkur hjálp at heinta tá so fosturtøkan var framd?
Nei, nemmiliga. Hugburðurin var harafturímóti, at eg kundi taka heilivág um eg var kedd, so fór nokk tað heila at javna seg.

Fyri alt í verðini góðu politikarar, vísi nú ta virðingina fyri óføddu føroyingunum og foreldrum teirra, sum vit hava uppiborið.

Anja Wenningstedt
næstforkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelag

Kelda: Vagaportalurin

http://www.vp.fo/pages/posts/–so-hevdi-mitt-barn-verid-a-livi-i-dag-25231.php
Onnur tíðindi