Rættindi til øll?

Farnu 2 vikurnar eru sera nógv føgur orð søgd um rættindi, javnrættindi og minnilutabólkar. Eg hugsaði í dag somuleiðis at skriva um rættindi til ein minnilutabólk, men fyrst kundi tað verið áhugavert at hugt eftir onkrum av tí sum er sagt:

Sonja Jógvansdóttir segði í Tinginum: “Hvat kann vera jaligari, glæsiligari og størri hjá einum politikara enn at sleppa at javnseta borgarar í egnum landi?”

Ingolf S. Olsen segði í Tinginum: “eg fari heldur ongantíð í lívinum at atkvøða fyri at nokta samkyndum ella øðrum minnilutabólkum somu borgarlig rættindi, sum eg havi. Ongantíð.”

138 samkynd skrivaðu soleiðis til Løgtingið: “Ynskja tit at veita okkum javnrættindi, ið tit og flest aðrir føroyingar taka fyri givið?”

Helena Dam á Neystabø skrivaði soleiðis á Facebook: “Nú várar, og útlit eru fyri at ein minniluti okkara millum nú fer at fáa somu borgarlig rættindi sum meirilutin. Kann nakað vera meir sjálvsagt.”

Sosialistisk Ung skriva soleiðis í lesarabrævið: “Sum røtt javnaðarfólk fara vit at stríðast víðari fyri javnrættindum fyri øll fólk, so at ein og hvør kann liva tað lívið ein ynskir og droymir um”

Amnesty International skrivaði soleiðis á Facebook: “Lógir okkara skulu verja okkum øll. Um lógir okkara ikki fevna um ávísar bólkar í samfelagnum, eru hesir uttan fyri lógina.” Víðari endurgevur Amnesty ST-sáttmálan: “Øll menniskju eru jøvn fyri lógini og hava rætt til somu lógarvernd uttan nakran mismun av nøkrum slag.”

So komi eg til tann bólkin, sum eg í dag ynski at umrøða. Hesin bólkur manglar eini rættindi, sum eru nógv meir grundleggjandi og álvarsom enn gifta, arvur ella líknandi. Hesin bólkur hevur ikki rættin til sjálvt lívið. Talan er um tey óføddu børnini. Tey hava í dag onga verju av lógini, og hava sum sagt ikki rættin til sjálvt lívið. Tey kunnu ikki sjálvi tala sína søk, møta upp til skrúðgongur ella á annan hátt gera vart við sín mismun fyri lógini.

Eg fari nú at heita á teg, um at lesa omanfyri nevndu endurgevingar, við hesum bólkinum í huga – tað var ikki sagt um hendan bólkin, men kundi tað eins væl verið sagt um tey?

Tá ið tað nú er vorðið fremsta aðalmál hjá so nógvum, at berjast fyri javnrættindum hjá minnilutum, og tá tey nú hava vunnið fyrsta stríðið, sum var at tey samkyndu fingu rættin til giftu, so vóni eg at somu fólk fara at berjast víðari – hesaferð fyri at tey óføddu børnini fáa rættin til lívið – ein rættur, sum vit onnur taka fyri givið.

Reimund Langgaard
fyrrv. tingmaður fyri Sambandsflokkin

Onnur tíðindi