PROVITAFøroya Pro Vita er 'fyri lívi'. Sum einasti 'pro-life' felagskapur í Føroyum síðan stovnan í 1992, hevur virksemi umfatað upplýsing um mannavirðið hjá ófødda barninum, fosturtøku, eftir-fosturtøku-avleiðingar (Post Abortion Syndrom). Eisini hevur ProVita ráðgevarar knýttar at felagsskapinum, sum ráðgeva kvinnum og familjum, tá fosturtøka verður umhugsað ella tykist at vera einasta ella besta loysnin.

Javnan hava temadagar og  fyrilestrar verið fyriskipaðir kring um landi øll árini. Felagskapurin veitir upplýsing til skúlaflokkar og áhugabólkar, t.d. innan kirkju- og samkomugátt, ið ynska at fáa hollari kunnleika til ófødda barni.

Virðisgrundarlagið hjá Føroya Pro Vita er, at mannalívið er Guðgivið og byrjar við gitnað. Tí er eigur tað ikki at verða loyvt at enda eitt óføtt lív, eins og tað ikki er loyvt at enda eitt føtt lív. 

Vísindinaliga er einki sum mótprógvar, at lívið byrjar við giting - tá allir arvaeginleikar hjá menniskjanum eru til staðar - eisini lýst við Lejeune-yvirlýsingini>>.