Women Deliver 201616.-19. mai var Women Deliver Global Conference hildin í Keypmannahavn í Danmark. Tiltakið var av fyrireikarunum lýst sum heimsins størsta ráðstevna fyri heilsu, rættindi og vælveru hjá gentum og kvinnum. Mett verður at 5700 fólk luttóku - íroknað 8 tingkvinnur á Føroya Løgtingi.

Tíverri fylti fosturtøka nógv á dagsskránni, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Har var forsprákað fyri fosturtøku, sum "trygg, lóglig og vanlig”! Fleiri viðmerkjarar søgdu, at tað var skakandi, hvussu hetta ósanna uppáhaldið fekk rúmd, at fosturtøka er mannarættindi og heilsurøkt. 

Tey vóru eisini skelkað av tilmælinum til fullkomna avkriminalisering og globalisering av fosturtøku, av vantandi umhugsninum fyri ófødda barninum í móðurlívi, og av vantandi upplýsingini av avleiðingunum av fosturtøku. 

Maria Forrestal gjørdi kanningararbeiði, og skrivaði eina grein, sum vísir á órógvandi viðurksifti í samband við WDGC. Greinin var útgivin á heimasíðuni hjá Life Institute. 


Tú kanst lesa upprunaliga ensku útgávuna her: 

Women Deliver - What?!
http://www.thelifeinstitute.net/blog/2016/06/28/women-deliver-what/