Skuggafrágreiðing 2015

 

Mikukvøldið 27. mai (2015) skipaði Løgmansskrivstovan fyri almennari hoyring í mannarættindum. Endamálið við hoyringini var, at borgarar og áhugabólkar kunnu siga sína hugsan um mannarættindastøðuna í landinum.


Hoyringin er liður í Universal Periodic Review (UPR) tilgongdini hjá ST. Føroya Pro Vita og Rachel´s Vineyard vóru til staðar og bóru fram okkara sjónarmið og atfinningar um mannarættindastøðuna í Føroyum.


Í juni 2015 lat Føroya Pro Vita eina "skuggafrágreiðing" inn til United Nations Human Rights Committee (OHCHR).

 




 

Universal Periodic Review, juni 2015

Skuggafrágreiðing, Føroya Pro Vita, Føroyar



Altjóða yvirlýsingin viðvíkjandi mannarættindum, Evropasáttmálin víðvíkjandi mannarættindum, millumtjóðasáttmálin viðvíkjandi rættindum hjá børnum og aðrar yvirlýsingar viðvíkjandi mannarættindum staðfesta greitt, at øll hava persónligan rætt til lív, frælsi og tryggleika, og at eingin eigur at verða kúgaður við píning ella ringari, ómenniskjansligari ella vanæriligari viðferð. Somuleiðis staðfesta hesar yvirlýsingar, at øll hava rætt til samvitskufrælsi og fría kunning. Tær tryggja eisini grundleggjandi rættindi so sum vatn, føði, skýli, heilivág og útbúgving. Hinvegin, so staðfesta hesar yvirlýsingar ikki rættin til fosturtøku. Til hendan dag eru allar royndir at seta tílík rættindi í gildi havnaðar og feltar á altjóða støði. Í staðin er hetta málið latið yvir til rættarmyndugleikarnar í hvørjum stati sær.




1) Okkara fremstu áhugamál: Føroya Provita hevur serliga áhuga fyri staðfestingini av rættinum til lív, tryggleika og frælsi frá píning ella mannminkandi viðferð, rættinum til eitt vælvirkandi og atkomuligt heilsuverk og rættinum til fría kunning og samvitskufrælsi, serliga við atliti til fosturtøku. Vit eru eisini áhugað í málunum og innihaldinum í sáttmálanum til útihýsing av øllum mismuni mótvegis kvinnum (the Convention on the Elimination of all forms of Discrimination Against Women - CEDAW). Innihaldið í CEDAW sáttmálanum umfatar evni sum heilsuverk, familjuplanlegging, verju móti harðskapi, útbúgving og grundleggjandi mannarættindi. Vit staðfesta her aftur the ”San José Articles” (ST 2011).




2) CEDAW og føroyska fosturtøkulógin: Í mars 2015 viðmælti CEDAW álitið, at Danmark endurskoðar sína støðu viðvíkjandi tí føroysku fosturtøkulógini, og setti spurnartekin við góðskuna av heilsutænastuni fyri kvinnur. Viðmælið til fosturtøku- eftir-ynski (sum í Danmark) er uttan fyri ræðisøkið hjá CEDAW nevndini, eftirsum eingin altjóða viðurkenning er viðvíkjandi fosturtøku. Eisini kemur fram, at nevndin í CEDAW ikki veit nóg nógv, tá tað snýr seg um Føroyar.


2.1) Føroyar hava sjálvstýri viðvíkjandi okkara heilsuverki. Ein fosturtøkulóg er, sum heimilar fosturtøku fram til 16 vikur, 4 vikur longri enn í Danmark. Treytirnar eru leysliga tulkaðar, og í veruleikanum fer fosturtøka fram so gott sum eftir ynski.


2.2) Tað eru trý sjúkrahús í oyggjunum, har væl kvalifiserað og professjonell toymi veita heilsutænastu áðrenn og aftan á barnsburð og taka sær av mammunum. Eisini hava vit eitt væl útbygt infrakervi og góða almenna ferðslutænastu. 


  • Føroya Pro Vita er ørkymlað av teimum lítið upplýstu og velleiðandi úttalilsunum um heilsurøktina hjá føroyingum, sum koma til sjóndar í tilmælinum hjá CEDAW nevndini í 2015.

 




3. Fosturtøka er ikki familjuplanlegging: Fosturtøka er ikki nýskapan, men oyðing. Hon er "mistakið” í familjuplanleggingini og umfatar soleiðis, at mannalív í vøkstri, harav tey flestu eru sunn og frísk, verða burturbeind. Tað ber í sær mismun í og við, at mann ger seg inn á verjuleys ófødd børn, orsakað av stødd ella staði, tí tey hava eitt brek, tí tey eru til fortreð, óynskt, ella, alt ov ofta, tí tey eru gentubørn.


  • Føroya Pro Vita er ørkymlað av tí løttu atgongdini til "neyðfyribyrging” í Føroyum uttan resept, nøktandi eftirlit ella uppfylging havandi í huga, at hesin heilivágurin er 25 ferðir sterkari enn vanligar fyribyrgjandi tablettir, at hann framprovokerar fosturtøku heilt tíðliga og kann hava langtíðar árin á kvinnuna, sum vit enn ikki vita um. Tað er eisini orsøk til ørkymlan, at hann verður seldur til øll yvir 15 ár og verður brúktur frá hond av summum kvinnum hóast ávaringar.




4. Fosturtøka er ikki heilsutænasta: Nógv knaliga serkøn hava sagt alment, at beinleiðis fosturtøka - tann tilætlaða atgerð ímóti og oyðing av tí ófødda barninum - er ikki neyðug fyri at bjarga lívinum hjá einari kvinnu. Góð læknapraksis viðurkennir og loyvir lívbjargandi inntrivum, sjálvt um tað setir lívið hjá einum óføddum barni í váða. Í slíkum førum er málið tó altíð, um tað er gjørligt, at bjarga lívunum hjá báðum.


4.1 Fosturtøka ger neyðsemju við og spillir alla læknapraksis við at drepa í staðin fyri at lekja og gongur soleiðis beint ímóti læknalyftinum. Hon er í síni náttúru ein valdsgerð og eitt álop á rættin til lívið hjá einum mannalívi í vøkstri, tá tað er á sínum mest viðbrekna vakstrarstøði.


  • Føroya Pro Vita mótmælir atgongdini til fosturtøku upp til 16 vikur sambært eini røð av leysliga tulkaðum treytum og uttan hóskandi atlit til rættin hjá tí ófødda barninum.




5. Fosturtøka inniber ein álvarsligan heilsuvanda fyri kvinnuna: Sambært gransking í fleiri londum (t.d. Finnlandi, Danmark, USA, Ný Sælandi, India, Kina, Noregi) eru kvinnur, sum fáa fosturtøku framda, í álvarsligum vanda fyri at fáa bæði likamligar og sálarligar trupulleikar.


5.1 Likamligir trupulleikar fevna um hægri deyðstíttleika, tá vit samanbera við kvinnur, sum ikki hava fingið fosturtøku framda, 4-6 ferðir hægri sjálvmorðstíttleika, 40-60 prosent størri vanda fyri at fáa bróstkrabba, bløðingar, ígerðir, ófruktbæri, størri vanda fyri lívmóðurhálskrabba, hol á lívmóðurina, at hitta reis (kasta burtur) og eiga í ótíð.


5.2 Sálarligir trupulleikar fevna um álvarsligt tunglyndi, svøvnólag, rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu, etingarólag, illa virkandi kynslív, vanrøkt ella atgerðir mótvegis børnum, eftir-fosturtøku-strongdartrauma, varandi trupulleikar við sambondum, endurtiknar fosturtøkur og sjálvmorð. Hesir vandar verða ofta ikki upplýstir fyri kvinnum, sum søkja um fosturtøku, og verða viðhvørt enntá avnoktaðir ella kveistraðir burtur.


  • Føroya Pro Vita er sera ørkymlað av tí sannroynd, at fosturtøka viðhvørt verður sett fram sum heilsufremjandi, bæði í Føroyum og aðrastaðni, hóast prógv um, at tað er tvørturímóti.




6. Fosturtøka ger mismun: Barnakonur, sum fáa eina diagnosu, bendir á heilsutrupulleikar ella brek, koma ofta undir stórt trýst at fáa tikið sítt ófødda barn. Foreldur fáa stundum lítlan stuðul og lítið av jaligari kunning og verða enntá leidd til eina kenslu av, at tey eru ein byrða fyri samfelagið, um tey ikki velja fosturtøku.


  • Føroya Pro Vita er ørkymlað av upplivingum hjá kvinnum, sum siga, at tær ikki fáa nøktandi upplýsing frá fakfólki í hesum sambandi.


  • Føroya Pro Vita er eisini ørkymlað av, at kvinnur viðhvørt uppliva sera stórt trýst til tess at fáa síni óføddu børn tikin vegna heilsutrupulleikar her í Føroyum. Vit halda, at tað at útiloka ófødd børn vegna stødd, stað, kyn, brek, sosiala bakgrund, fíggjarlig viðurskifti, ella tí tey eru til hindurs, er at gera mismun. At viðmæla fosturtøku undir hesum umstøðum sendir eisini eitt sera ágangandi signal til tey ímillum okkara, sum bera brek. Vit halda, at tað at seta mammur og pápar undir sálarligt og kensluligt trýst at fáa tikið síni børn, og ikki at geva nøktandi upplýsing og nøktandi uppbyggjandi heilsuhjálp og stuðul vera brot á mannarættindi.




7. Fosturtøka er tengd at tvingsli: Gransking fyriliggur, sum avdúkar, at upp til 64 prosent av kvinnunum siga, at tær vóru skundaðar ella noyddar til fosturtøku av partnarum, foreldrum, fakfólkum, arbeiðsgevum ella vinum. Eftir-fosturtøku-trauma er eitt mál, sum gerst alt meira kent viða um. Kvinnur, sum fáa fosturtøku vegna trýst ella vantandi upplýsing og umsorgan og tí ikki vita sær onnur ráð, eru serliga viðbreknar.


  • Føroya Pro Vita er ørkymlað av, at kvinnur í Føroyum siga, at tær fingu fosturtøku vegna sálarligt trýst, hóttanir, og at tær vórðu harðliga viðfarnar og/ella sviknar av sínum partnara. Vit eru stúrin um eftir-fosturtøku kvinnur og menn okkara millum, um vantandi tøka relevanta kunning við atliti til eftir-fosturtøku-trauma, og um vantandi umsorgan fyri teimum, sum líða undir hesum. Vantandi atgongd til upplýsingar ella at halda hesum aftur er brot á mannarættindi, somuleiðis tvungin fosturtøka.


  • Føroya Pro Vita er ørkymlað av teimum nýggju hagtølunum fyri sjálvmorðsroyndir ímillum kvinnur í Føroyum, sum vórðu almannakunngjørd í juni 2015, havandi í huga, at sjálvmorð millum kvinnur og fosturtøka hongur sera nógv saman. Nýggj gransking avdúkar, at títtleikin av sjálvmorðsroyndum ímillum kvinnur er dupult so stórur sum hjá monnum í Føroyum (2009-2013:110 kvinnur, 57 menn).




8. Fosturtøka ger neyðsemju við samvitskufrælsi: Tey, sum fremja fosturtøku, tvs. læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, kenna seg viðhvørt at koma í eina ivastøðu vegna sína etisku sannføring í hesum máli. Reglur fyri almenna praksis innan heilsuverkið kunnu koma undir óhepna ávirkan, um tann serkøni læknafrøðiligi førleikin verður settur í vanda, og tey kanska kenna seg trýst til ella halda tað vera sína skyldu antin at góðtaka fosturtøku ella fara úr sínum arbeiði.


  • Føroya Pro Vita er ørkymlað av vantandi greiðum leiðreglum og kunning í sambandi við samvitskufrælsi í Føroyum. Vit hava orsøk til at óttast, at fakfólk kunnu koma undir trýst beinleiðis ella óbeinleiðis til at vera partur av fosturtøku, ella at tey kanska ikki kunnu fáa arbeiði vegna sína etisku sannføring. Vit halda, at tað er neyðugt við greiðum leiðreglum og verju í hesum sambandi, samsvarandi rættinum til samvitskufrælsi og samtyktini hjá Evroparáðnum 1763 (2010).




9. Okkara tilmæli: Sæð í ljósinum av okkara stúran halda vit, at tað er óskiljandi, at CEDAW, aðrir felagsskapir undir ST, NGO'ar (ikki-stjórnarligir felagsskapir) og summi læknaliga serkøn eru talsmenn fyri fosturtøku sum heilsufremjandi og enntá birta upp undir, at mótstøða ímóti fosturtøku er kensluleys og mannminkandi "stovnsgjørd valdsgerð” og "religiøs ekstremisma”.


  • a) Føroya Pro Vita mælir til, at "neyðfyribyrging” bara kann fáast upp á resept, og at kunning um, hvussu nógv verður selt av hesum og undir hvørjum umstøðum, skal verða atkomulig hjá øllum.


  • b) Vit mæla til, at aldurin at fáa fyribyrgjandi heilivág verður settur til 18 ár, sama loyvismark, sum er fyri at keypa sigarettir og alkohol, reseptheilivág, at koyra bil, at velja og at fara í herin.

     


  • c) Harafturat mæla vit til, at føroyskir myndugleikar gera íløgur í at fáa til vega neyva kunning um, hvussu fosturtøka gongur fyri seg, og um tær sálarligu og likamligu avleiðingarnar aftaná.

     


  • d) Vit heita á avvarðandi myndugleikar og sjúkrahússtýri at gera íløgur í eftir-fosturtøku-umsorgan fyri kvinnur og menn, sum líða í Føroyum.

     


  • e) Vit stuðla tí nýggja átakinum hjá føroysku myndugleikunuum at seta upp eina hjálparlinju og opna fyri peningahjálp til kvinnur, sum vegna barnsburð eru í kreppu. Vit stuðla hesari gongdini, so leingi sum hon kemur við øðrum og positivari útvegum enn fosturtøku og gevur lívsjáttandi stuðul til kreppuraktar kvinnur. Vit heita á avvarðandi myndugleikar at betra um møguleikarnar fyri ættleiðing og fostran.

     


  • f) Føroya Pro Vita mælir til, at avvarðandi myndugleikar og heilsustýri leggja alla orku í at finna fram til, hvørjar orsøkir fyrst og fremst fáa føroyskar kvinnur at "velja” fosturtøku, tí tað hevði verið ein stór hjálp til tess at kunna møta tørvinum hjá hesum kvinnum á ein lívsjáttandi hátt.

     


  • g) Vit vilja mæla til, at kvinnur og teirra óføddu børn verða vard ímóti øllum sløgum av harðskapi og tvingsli, í samsvari við altjóða viðurkendan rætt til lív, persónligan tryggleika og frælsi frá píning og mannminkandi viðferð.

     


  • h) Vit vildu fegin sæð, at fosturtøka helt uppat í Føroyum, ella í minsta lagi, at hon minkaði. Vit mæla til, at markið upp á 16 vikur verður umhugsað av nýggjum.

     


  • j) Vit eftirlýsa, at avvarðandi myndugleikar gera og seta í verk leiðreglur til tess at verja altjóða viðurkenda rættin til samvitskufrælsi hjá øllum fakfólki, serliga innan heilsuverkið.

     


  • k) Føroya Pro Vita mælir til, at tey, sum gera seg inn á og fara illa við kvinnum við at afturhalda týdningarmikla kunning, fremja eitthvørt slag av tvingsli, ikki uppfylla krøv um eftiransing og trygga, holla heilsuliga umsorgan áðrenn og eftir barnsburð, ella seta lívið hjá kvinnum í vanda við vansketni, vantandi fakkunnleika ella læknafrøðiligum sviki, verða stevnd fyri rættin.

     


  • l) Vit mæla eisini til, at eitt umboðsráð verður sett á stovn, har offur fyri slíkum atgerðum kunnu seta fram klagur og har fáa útvegað rættarverju og rættvísi.




The original English text of the UPR Shadow Report may be read HERE. It is also available from FPV in pdf format and includes sources for the information provided in the report.




Føroya Pro Vita, Føroyar, 19. juni 2015