CEDAW og føroyska fosturtøkulógin

7. mars í ár frættist, at ST (Sameindu Tjóðir) mælti til, at føroyska fosturtøkulógin varð endurskoðað, og at ST sá at tað var ein trupulleiki, at vit ikki hava fría fosturtøku í Føroyum. Spurnartekin vórðu eisini sett við góðskuna av heilsurøktini, sum kvinnur í Føroyum og Grønlandi fáa.


Hetta kom fram í samband við nýggja frágreiðing um CEDAW sáttmálan frá CEDAW nevndini hjá ST.

 

CEDAW nevndin er ein fyrisitingarligur stovnur undir ST. Endamálið við nevndini er at kanna hvussu tey lond, sum hava undirskrivað CEDAW sáttmálan, halda hann. Og at gera tilmæli hesum viðvíkjandi, innani karmarnar í altjóða viðurkendum mannarættindum.


Nevndin er ein fyrisitingarlig eind uttan løgfrøðisligar heimildir og hon hevur ongi rættindi at endurtulka altjóða viðurkend mannarættindir ella at trýsta lond at gera broytingar uttanfyri tað, sum er viðurkent sum mannarættindir.

 

Nevndin hevur als ongar heimildir til at leggja trýsta lond at innføra fría fosturtøku. Tíverri tykist tað sum, at mong ikki eru greið yvir hetta.


CEDAW sáttmálin varð gjørdur í 1979 við tí fyri eyga, at beina burtur allan órætt, ið varð framdur móti kvinnum. Greinarnar í sáttmálanum umrøða millum annað heilsurøkt, fyribyrging, verju móti harðskapi, útbúgving og grundleggjandi mannarættindir:  www.un.org/womenwatch/daw/cedaw/text/econvention.htm



Tvørrandi kunnleiki um Føroyar

Vit harmast um at CEDAW mælir til, at Danmark ger broytingar í føroysku fosturtøkulógini.

Hetta tilmæli vísir greitt, at CEDAW nevndi neyvan hevur sett seg inn í politisku viðurskiftiini millum ríkispartarnar.


- Veit CEDAW nevndin ikki, at Føroyar eru sjálvstýrandi á heilsuøkinum?

 

- Veit CEDAW nevndin ikki av, at vit í Føroyum geva góða røkt til barnakonur, hava góð heilsustarvsfólk, góð sjúkrahús og eitt vælvirkandi infrakervi?

 

- Veit CEDAW nevndin ikki, at vit í Føroyum hava eina lóg, sum loyvir fosturtøku heilt upp til 16. viku. Tað vil siga 4 vikur longur enn í Danmark?

 

- Veit CEDAW nevndin ikki, at føroyska fosturtøkulógin longu loyvir fosturtøku, í nógvum sera leysliga tulkaðum førum?

 

 

Fosturtøka er ikki fyribyrging.

Fosturtøka er ein tilvita týning av menniskjum í móðurlívi. Flestu teirra eru púra frísk. Fosturtøka fremur tí eisini gróðrarlíkindi fyri einum samfelagi, har mannanmunur verður góðtikin. Vit liva í einari tíð har tey óføddu kunna veljast frá, bara tí at tey bera brek, eru gitin í einum ólagaligum tíðarskeiði, eru óynskt ella tí at tey eru gentur.


Fosturtøka verður oftast framd tí at mamman kennur seg undir trýsti, ella beinleiðis undir tvingsli, tí at hon er svikin, ella manglar upplýsing og stuðul og/ella livir í ótta ella fátækradømi.


 

Fosturtøka er ein álvarslig hóttan móti heilsuni hjá kvinnum

Umframt at oyða ósek lív er fosturtøka eisini ein hóttan móti heilsuni hjá kvinnum. Nýggjar kanningar úr USA, Ný Sælandi, Finlandi, Norra, Danmark, Kina og India vísa, at kvinnur sum hava fingið fosturtøku, eru upp í 6 ferðir størri vanda fyri at taka lívið av sær. Slóðbrótandi kanningar gjørdar í Kina og Indiu vísa eisini, at kvinnur sum hava fingið fosturtøku, eru í 40­60% størri vanda fyri at fáa bróstkrabba. 


Kanningar gjørdar í Mexico, Írlandi og Chile vísa harafturat, at lond, sum ikki hava fría fosturtøku taka sær betri av barnakonum í viðgongutíðini. Deyðstíttleikin er størri millum kvinnur, sum hava fingið fosturtøku í mun til tær, sum ikki hava. Fosturlát og aðrir trupulleikar við kvinnuheilsuni eru eisini meira vanligir eftir fosturtøku og post abortion trauma (sálarmein eftir fosturtøku) er eitt vanligt fyribrygdi:  http://afterabortion.org/1999/more-research-on-post-abortion-issues/



Fosturtøka er ikki mannarættur

Um CEDAW nevndin roynir at føra fram, at rætturin til fosturtøku er røkt av kvinnuheilsu, forðar fyri mismuni og førur til betri mannarættindir fyri kvinnur er hetta ikki rætt. Fosturtøka er ikki heilsurøkt. Hon týnir ófødd lív og ger skaða á kvinnur. Fosturtøka er ikki nevnt sum ein mannarættur í nøkrum altjóða sáttmála um mannarættindir. Tvørturímóti er herferðin sum CEDAW og aðrir felagsskapir føra, eitt beinleiðis álop á viðurkend mannarættindir. Herferðin fyri fríari fosturtøku hóttir okkara virði sum menniskju, bæði hjá teimum óseku í móðurlívi og hjá mammum teirra.


Heldur átti CEDAW nevndin at arbeitt fram ímóti, at allar kvinnur hava javnbjóðis rættindir til skúlagong, reint vatn, heilivág og heilsuverk, sum øll eru neyðug viðurskifti sum skulu til, fyri at røkja heilsuna hjá kvinnum, í best møguligan mun. Harumframt at tryggja at kvinnur ikki verða lagdar undir trýst ella tvingaðar at fáa fosturtøku framda, og at tær fáa allar neyðugar upplýsingar um fosturtøku áðrenn avgerðin verður tikin. Um hetta var arbeiðssetningurin hjá CEDAW nevndini, hevði hon verið trúgv móti mannarættindasáttmálum og hildið seg til sínar heimildir.



Føroya Pro Vita  -  lesarabræv, 10. apríl 2015



Vágaportalurin

Portal

In.fo



Mannarættindi:  meira upplýsing HAR